Klaksvik.fo - Forsíða
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Avgreiðslutíðir
Mánadag til fríggjadag
frá kl. 10:00 til kl. 16:00



Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00

Frálæra á tannlæknastovuni

01-11-2017

Hølisviðurskiftini hjá Barnatannrøktini eru nú vaksin somikið, at barnagarðsstovur og skúlaflokkar kunnu koma á tannlæknastovuna til frálæru.

Mánadagin varð nýggja frálæruhølið hjá Barnatannrøktini tikið í nýtslu, og í dag hava børn úr Útistovu, Gerðastovu, Fjallafípuni og Dr. Margrethu barnagarði verið á tannskúlabonki hjá Katrin á Gravarbø.

Barnatannrøktin hevur í nógv ár ansað eftir tonnunum hjá yngstu borgarunum í Klaksvíkar kommunu, og ein týðandi partur av virkseminum er fyribyrgjandi arbeiði, har børnini fáa frálæru í at busta tenn og sum heild at ansa eftir tonnunum. Hetta hevur verið gjørt við vitjanum á stovnum og í skúlastovum, men nú eru hølini hjá Barnatannrøktini vaksin somikið nógv, at ein stova er innrættað til fyribyrgjandi frálæru í tannrøkt.

- Tað er munandi betri og lættari at hava frálæruna her, tí so hava vit amboðini og tilfarið við hondina, umframt at umstøður og vask nú eisini eru her, soleiðis at vit ordiliga kunnu læra børnini at busta tenn, sigur Katrin á Gravarbø. Hon leggur dent á, hvussu týdningarmikil fyribyrgjandi og upplýsandi parturin av arbeiðnum er.

- Vit síggja stóra framgongd í mun til tannheilsuna hjá børnunum og alsamt fleiri koma ígjøgnum øll skúlaárini uttan nakað hol, og tað er fantastiskt, tí tað er ein sparing uppá bæði pengar og pínu. Men tað krevur, at vit leggja tað í børnini frá heilt ungum aldri, so at tað gerst ein vanligur partur av teirra gerandisdegi og tankagongd, at tey skulu ansa eftir tonnunum, sigur Katrin á Gravarbø. Hon leggur afturat, at tað altíð er stuttligt at undirvísa, tí børnini vísa stóran áhuga og enntá í uppaftur størri mun, nú tey koma á skúlabonk hjá Barnatannrøktini.

Heilsufrøðingarnir hjá Gigna vóru áður grannar hjá Barnatannrøktini, men Gigni er nú flutt niðan á ovaru hædd í bygninginum hjá Heygabúðini, og hetta gevur meira pláss til Barnatannrøktina.

Karius og Baktus eru pensum, tá børnini vitja á tannlæknastovuni
Karius og Baktus eru pensum, tá børnini vitja á tannlæknastovuni




 

» Far til tíðindasavnið

 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo