Klaksvik.fo - Forsíða
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Avgreiðslutíðir
Mánadag til fríggjadag
frá kl. 10:00 til kl. 16:00



Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00

Býráðið samt um fíggjarætlanina fyri komandi ár

02-11-2017

Skúlabygging, rennibreyt og ein vakrari býur eru nakrar av yvirskriftunum í fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar Býráð fyri 2018.

- Tað skal vera vakrari í Klaksvík og tí verður vegakervið raðfest sera høgt í fíggjarætlanini, tí vegirnir og umstøðurnar í almenna rúminum yvirhøvur hava bæði tørv á dagføring og betringum, umframt at nógv vegarbeiði skal gerast liðugt, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Saman við hinum býráðslimunum hevur hann í dag havt temafund um fíggjarætlanina fyri 2018, sum verður endaliga samtykt á komandi býráðsfundi, hóskvøldið 16. november. Í fíggjarætlanini eru umleið 5 milliónir settar av til at gera arbeiði við vegum liðug, umframt smærri dagføringar og betringar.

Rennibreyt, fótbóltsvallir og mentanarhús
Á ítróttarliga og mentanarliga økinum eru fleiri spennandi verkætlanir á skránni, og hetta sæst týðiliga aftur í fíggjarætlanini. Eitt nú eru á leið 9 mió. kr. settar av til rennibreytina við Másheygg, umframt at 2 mió. kr. eru settar av til at skifta graslíkið á vøllinum við Djúpumýru.

- Arbeiðið við rennibreytini er lagt væl til rættis og pengarnir eru settir av til at fremja verkætlanina, so at rennibreytin kann takast í nýtslu í 2019 og hetta er framvegis galdandi arbeiðsætlan. Rennibreytin verður harumframt eisini karmur um ein graslíkisvøll, sum gevur KÍ ein eyka vøll at venja á. Nógv trýst og slit er á vøllinum við Djúpumýru, og pengar eru eisini settir av til at skifta graslíkið út í 2018. Saman við Bláa skýlinum, sum skjøtul nú eisini er settur á, fer hetta at gera umstøðurnar við Stadionøkið ómetaliga góðar, sigur Jógvan Skorheim.

Mentanarhúsið verður somuleiðis raðfest høgt á fíggjarætlanini; góðar 6 milliónir eru settar av til ta verkætlanina í komandi ári.

Miðbýur og vinnuøki
Á Biskupstorgi er íbúðarbygningurin hjá Bústøðum komin væl ávegis og íbúðirnar verða eftir ætlan lyklaklárar á vári 2018. Ætlanin er somuleiðis at taka sjóhitaskipanina í nýtslu um somu tíð, og arbeitt verður í løtuni við at byggja pumpuhúsið, har vekslarin til sjóhitaskipanina skal vera. Áðrenn fundin um fíggjarætlanina í morgun vitjaðu býráðslimirnir í miðbýnum, og sum myndirnar eisini vísa, er innanduraarbeiðið við íbúðunum byrjað.

Í fíggjarætlanini fyri 2018 eru 6,6 milliónir settar av til nýggja miðbýin, har kringumstøðurnar um íbúðarbygningin skulu gerast og snøggast, umframt at økið skal fríðkast og fyrireikast til aðrar bygningar, sum koma í framtíðini. Eitt nú fer Bank Nordik at byggja nýggjan bankabygning, umframt at nýggja kappróðrarneystið, húsarhaldsskúlin og sjósavnið eisini eru staðsett í nýggja miðbýnum.
Herfyri varð eisini almannakunngjørt, at nýtt vinnuøki skal gerast við Borðoyarvík, har umleið 15.000 fermetrar skulu umskapast til vinnugrundstykki og hóskandi kringumstøður.

- Økið við Borðoyarvík liggur ómetaliga væl fyri, tí tað bæði er nærhendis Norðoyatunnilin og vinnuøkið í Klingrugarði. Vit hava sett knappar 6 milliónir av til vinnuøkið í 2018, og teir pengarnir skulu bæði brúkast til útstykking og betring av eitt nú veg-, ljós- og parkeringsviðurskiftum, umframt at økið rundanum bátahylin eisini verður ruddað og fríðkað, sigur Jógvan Skorheim.

Skúlabygging og eldrapláss
Á Skúlatrøð er ferð komin á byggingina, og skúlabyggingin er framvegis størsta einstaka íløga hjá Klaksvíkar kommunu nakrantíð. 20 milliónir eru settar av til skúlabyggingina í 2018, og hetta er eisini størsti posturin á fíggjarætlanini.

- Tað er fantastiska spennandi at fylgja við í skúlabyggingini og nú byrjar bygningurin at taka skap og harvið verður meira sjónligt, hvussu stór verkætlanin í veruleikanum er. Talan er jú um størstu einstøku íløgu í kommununi nakrantíð, og tá fyrsta byggistig er liðugt hava vit ein ómetaliga flottan og tíðarhóskandi fólkaskúla við góðum skúlastovum og stórari felagshøll, sigur borgarstjórin.

Eldru borgararnir eru somuleiðis raðfestir í fíggjarætlanini, har 3 milliónir eru settar av til at útvega eldrapláss.

- Tørvurin á tilboðum og plássum er stórur á eldraøkinum, og vit arbeiða málrættað fyri at útvega eitt so fjølbroytt tilboð sum gjørligt fyri at nøkta tørvin hjá tí einstaka borgaranum. Tí verða allir møguleikar kannaðir fyri, hvussu vit best kunnu nøkta tørvin hjá so nógvum, sum yvirhøvur til ber og tað kann til dømis vera við fleiri ymiskum sløgum av eldraplássum, og hesar tríggjar milliónirnar skulu brúkast til at byrja hesa tilgongdina, soleiðis at meira ferð kann koma á arbeiðið í 2019, sigur borgarstjórin.

Spennandi og samstundis skynsamt
Sum heild er fíggjarstøðan í Klaksvíkar kommunu góð og inntøkurnar hava seinastu árini verið væl hægri, enn mett varð frammanundan. Men hóast nógvar verkætlanir eru í gongd, verður framtíðargjaldførið hjá kommununi eisini raðfest høgt.

- Semja er millum allar býráðslimir um fíggjarætlanina, og vit leggja framvegis dent á at minka um skuldina og umleggja lán fyri at halda rentuútreiðslunum niðri. Hetta betrar um gjaldførið og ger harumframt kommununa sterkari at standa ímóti í verri tíðum, sigur borgarstjórin.




 

» Far til tíðindasavnið

 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo