Klaksvik.fo - Borgari - Børn og ung - Børn við serligum tørvi
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Børn og ung
Dagstovnar 
Skúlaviðurskifti 
Tannlæknaskipanin
Barnaverndatænastan 
Heilsufrøðingar
Børn við serligum tørvi
Ungdómsgransking
Húsið


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00
Børn við serligum tørvi


Námsfrøðilig tiltøk í mun til børn við serligum tørvi 

Deildin Børn og Ung hjá Klaksvíkar Kommunu
umsitur dagstovnaøkið. Kommunala dagstovnaøkið er fevnt av dagstovnalógini og fevnir um dagrøkt, vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlan.

Tað stendur øllum børnum, sum eru í kommunalu skipanini, at fáa eitt hóskandi námsfrøðiligt dagstovnatilboð. Við í kommunalu skipanini eru eisini Kunoyar og Hvannasunds kommuna.

Námsfrøðiliga Ráðgevingin, stytt (NR), er ein deild hjá Klaksvíkar Kommunu, sum er eitt fyribyrgjandi tiltak og er eitt tilboð til foreldur og stovnar, sum eru fevndir av dagstovnalógini.

Námsfrøðiliga Ráðgevingin tekur støði í § 5 í dagstovnalógini.
Stovnar kunnu fáa ráðgeving í mun til eitt einstakt barn, ein barnabólk ella fakliga innihaldið í arbeiðinum.

Endamálið er at tryggja, at øll børn hava eitt gott og mennandi tilboð.

Ráðgevingin tekur støði í vitanini um:
•    At børn hava tørv á góðum relatiónum fyri at menna seg optimalt
•    Støði verður tikið í førleikunum og styrkjunum hjá barninum
•    At styrkja tey vaksnu, sum eru um børnini
•    At foreldrasamstarvið er ein týðandi liður í tí ráðgevandi arbeiðinum

Í ráðgevandi toyminum starvast:
Jórun V. Niclasen, námsfrøðiligur ráðgevi og leiðari
Jónvá Thomsen, skrivari
Kristianna Johannesen, námsfrøðiligur ráðgevi og familjuráðgevi
Anja M. Olsen, námsfrøðiligur ráðgevi.
Vígdis Skorheim, námsfrøðiligur ráðgevi.

Samband við NR fæst við at ringja: 410090, 410000 ella við telduposti,
Jórun: jorun@klaksvik.fo
Kristianna:
kristiannaj@klaksvik.fo
Anja:
anjao@klaksvik.fo
Vígdis: vigdiss@klaksvik.fo

Eisini ber til at útfylla oyðublað, sum liggur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu.

Í teimum førum, har tørvur er á neyvari kanningum, kann barnið tilmeldast Sernám.

Sernám er stovnur undir Mentamálaráðnum.
Virksemi hjá Sernámi fevnir um børn frá 0 til 18 ár. Endamálið er at veita ráð og vegleiðing í øllum sernámsfrøðiligum spurningum og at gera kanningar av børnum (sí heimasíðu www.sernam.fo).

Sernám og Klaksvíkar kommuna byrjaðu í september 2011 eina royndarskipan við at samskipa báðar stovnarnar. 
Endamálið er at koma nærri brúkaranum og at gera tað lættari fyri brúkaran.

Á deildini hjá Sernámi í Norðoyggjum starvast.
Jórun V. Niclasen, leiðari
Fríða av Fløtum Jensen, sálarfrøðingur
Ingun V. Niclasen, taluráðgevi
Jónvá Thomsen, skrivari

Samband fæst við deildina í Norðoyggjum við at ringja 410090, ella við telduposti,
jorun@sernam.fo
fridaj@sernam.fo
ingun@sernam.fo
jonvat@sernam.fo

 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo