Klaksvik.fo - Borgari - Børn og ung - Skúlaviðurskifti
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Børn og ung
Dagstovnar 
Skúlaviðurskifti 
Tannlæknaskipanin
Barnaverndatænastan 
Heilsufrøðingar
Børn við serligum tørvi
Ungdómsgransking
Húsið


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00
Skúlaviðurskifti

Kommunan hevur ábyrgdina av, at íbúgvar hennara fáa ta neyð­ugu undirvísingina upp til 10. flokk, og skal tryggja fígging, eins og neyðug undirvísingarrúm, tilfar og amboð.
Eitt skúlastýri hevur myndugleika í øllum undirvísingarmálum. Yvirumsjónina við fólkaskúlanum hevur landsstýrismaðurin í skúlamálum.
 
Fólkaskúlin er ein 7 ára grundskúli og ein 2 ára framhalds­skúli, ið kann halda fram við einum 10. flokki. Undirvísingar­skyld­an er 9 ár. Innskriving av næmingum til 1. flokk fer vanliga fram í januar mánað.

Eitt sindur um endamál fólkaskúlans.
Nýggja fólkaskúlalógin, ið seinast er broytt 2001, sigur millum annað, at uppgáva fólka­skúlans er við atliti at tí einstaka næming­inum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næm­ingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðs­hættir og málbún­ar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menning­ini.
 
Fólkaskúlin skal skapa líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, men eisini venja evni til sjálvstøðuga meting, støðu­takan og síggja teir møguleikar, sum eru í felags­skapinum. Í sam­vinnu við foreldrini skal skúl­in geva næminginum eina kristna og siða-lagsliga uppaling, og við støði í heimligari mentan menna kunnleikan um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna
 
Frítíðarundirvísing/kvøldskúli
Landið letur stuðul til fríðtíðarundirvísing. Talan er um 50% av læraralønunum til almenna frítíðarundir­vísing, 100% til serstaka frítíðarundirvísing og í mesta lagi 50% til frítíðarvirksemi.
 
Út­boðið frá kvøldskúlanum verður lagað eftir, hvussu nógvan pening kommunan setur av til hetta endamál.
 
Hvørt ár á heysti verður ein skrá send út til almenningin, sum lýsir útboðið hjá kvøld­skúlanum.
 
 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo