Klaksvik.fo - Borgari - Umhvørvi - Vatnveiting
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Umhvørvi
Býarfríðkan
Bussleiðin
Vegir og ferðsla 
Náttúruvernd
Vatnveiting
Vatngóðska
Spillivatn
Kloakk/reinsiverk
Rottur
Endurnýtslan
Flogfenaðhald
Hundahald
Kettur
Grind og hvalvágir
Umhvørvisvikan
Viðarlund
Viðavøkstur á gongubreyt
Bálbrenning
Umhvørvis- og orkupolitikkur
Heilsunevndin
Vesputýning


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00
Vatnveiting

 

Vatndeildin er undir teknisku umsiting hjá Klaksvíkar kommunu.

Trý fólk arbeiða fast á deildini: Leiðari, vatnmeistari og handverkari.

Vatnmeistarin røkir raksturin av vatntøkuplássum, vatnleiðingum v.m, meðan leiðarin hevur alla ábyrgd av deildini, við tilvísing til T.U.

Leiðarin eitur Jóhan við Neyst og handverkari Marni Hvannastein.

Kontaktupplýsningar og starvsfólk:

Um virkir ella einstaklingar hava trupulleikar við vatnveitingini, kann ringast til 221788 (Marni Hvannastein). Ringjast kann eisini til umsitingina tlf. 410000.

 

Klaksvík hevur tey seinastu árini ikki havt stórvegis drekkivatnstrupuleikar, men kemur ein langar turkur ella ein langur vetur við frosti kann støðan sjálvandi broytast, men kommunan hevur gjørt eina skriftliga avtalu við SEV [sjá Strandahagi]

Tó mugu mugu vit alla tíðina hyggja frameftir, tí býurin veksur, og harvið vaksandi vatnnýtsla.

Mong lond er í teirri støðu, at grundvatnið minkar, og tessvegna gera teir alt fyri at spara vatn, við at seta avgjøld á vatnið.

Í dag bendir alt á at vatn í Danmark um nøkur ár kann blíva ein mangulvøra.

Í Føroyum er tað mesta av vatninum yvirflátuvatn og nakað er kelduvatn, íløtuni sær tó ikki út til at vit mangla vatn.

Tann einasta og rætta loysning fyri at tryggja seg heilt, er at gera ein byrging norðuri í Svartadali, men hetta er ein ógvuliga dýr loysn,  

 

SØGAN

Fyrr vóru einans privat vatnfeløg í Klaksvík sum veittu vatn til virkir og sethús.

Nevnast kunnu vatnfelagið, á Norðoyri, á Bumshamri, úti í Klaksvík, í Víkunum, Selheyggi, í Vági, Vágsheygum, Uppsølum, Gerðum, Biskupstøð, á Stongunum, Árnafjørð, Ánir v.m.

Men eftirsum býurin vaks, og flakavirkir vóru bygt, varð vatntørvurin knappliga so stórur at hesi vatnfeløg ikki megnaðu at veita tað vatn sum var neyðugt.

Klaksvíkar Kommuna fór tí undir at fáa til vega vatn aðrar staðir frá.

Landbyggifelagi gjørdi í 1963 eitt skitsuprojekt av vatnveiting til Klaksvíkar kommunu, uppí í Uppsølum, sum gekk út uppá, at gera fleiri áarinntøk í Neytadali og úti í Keldum, og fýra goymslubrunnar sum skuldu taka íalt 2.400 rúmmetrar. Hetta varð veruleiki í 1967, og kann sigast at hetta var eitt megnar tak.

 

Síðan vóru stig tikin til at fáa vatn úr Svartadali tvær vatntøkur vórðu gjørdar og ein ø250 mm rørleiðing varð løgd heilt yvir til vatntøkuna í Ánagjógv og hiðani inn til Klaksvíkina.

 

Kommunan byrjaði síðani at grava niður nýggjar vatnleiðingar ymsa staðni í býnum.

Um 1970 byrjaði kommunan at leggja eina høvuðsvatnleing, eina 6 tumma stoybijarnsleiðing frá brunnunum niðan Horn og runt alla buktina í Klaksvík.

Tá hetta vatnkervið var komið, byrjaðu nógvir íbúgvar at søkja um at verða íbundin kommunalu vatnveitingina, seinni komu eisini tey privatu vatnfeløguni at søkja um at verða yvir tikin av kommuni.

Ein yvirtøka fór fram á tann hátt, at kommunan yvirtøk allar ognir og skuld felagsins. Limagjaldið fyri seinastu tvey árini skuldi innheintast og granskoðaður roknskapur skal skuldi fyriliggja.

Vatngjald fyri húsarhaldini hjá Klaksvíkar Kommunu, var fyrr kr. 300 um árið fyri hvørt húsarhald.

Àðrenn vatnverkini komu varð ásett eitt fast árligt vatngjald fyri ymiskar brúkarar, t.d. sethús kr. 300, neyst kr. 150, almennir bygningar kr. 500.

Vatnmátarar vóru settir á innføringarnar til teir stóru brúkararnar, sum flakavirkir, ísvirkir, svimjihøll, Føroya Bjór v.m. Síðan varð eitt árligt grundgjald uppá kr. 1000 ásett og kr. 0,25 fyri rúmmeturin seinni kr.1 fyri rúmmeturin.  

Men eisini má takast við, svinnið í tí kommunalu vatnveitingini, men kommunan raðfestir høgt, at royna at bøta um hesa støðuna.

 

Tá so krøvini frá ES komu, um at vatnið sum var nýtt til fiskaframleiðsu skuldi lúka ES krøvuni, mátti kommunan fara gera íløgur í vatnveiting..

Frá 1995 byrjaði hon veruliga, setti sær fyri, at allir borgarar skuldi fáa reint drekkivatn, verður hetta vónandi veruleiki 2007, tá Mikladal og Trøllanes fáa reint vatn.   

 

Framvegis vóru nøkur privat vatnfeløg íbundin tað kommunalu vatnveitingina.

Fyri at forða fyri at óreinsa vatn kom inn í kommunalu vatnveitingina, mátti kommunan fyrst yvirtaka vatnfeløgini og síðan avvikla tey.

Vatnrørini frá teimum privatu vatnfeløgum vóru næstan altíð av jarni, gomul og illa tærd, av teirri orsøk vóru fleiri staðni stórir lekar.

Vegna rust v.m. minkar innantvørskurðurin, sum ger at trýstið í nógvum húsum varð alt ov lágt. At fáa hetta í rættlag er sera kostnaðarmikið, men tó hevur vatndeildin raðfest hettar høgt, og er vatntrýstið í flestu førum í lagi.

 

Eisini er kommunan í fer við at úskifta alla tað gomlu 6” stoypujarnsleiðingina. Byrja var heilt úti á havnalagnum við Norðborg og løgd er ein 200mm pvc leiðing líka niðan til Uppsalar.

Næsta stóra stigið er at byrja at úskifta stoypujarnsleiðingina á Biskupstøðgøtu og eftir Nólsoyar Pálsgøtu og víðari til vit fáa beinleiðis samband líka norður á Kósina.

 

 

ØKIR

Vatndeildin fevnir um eitt ógvuliga stórt øki sum kunnu býtast í tríggjar partar.

 

·          Kommunal økir.

·          Uttan- og innangarðs

·          Gøtuljós

 

KOMMUNAL ØKIR

 

Fevna um Klaksvík, Ánir, Norðoyri, Árnafjørð, Trøllanes og Mikladalur.

À hesum økjum liggja vanliga tær kommunalu vatnrørleiðingar undir gongubreytum,  og sum við stikkleiðingum veita drekkivatn inn til forbrúkaran.

 

Uttan- og innangarðs

Hetta eru økir, sum kommunan vanliga ikki eigur, men úr hesum hagapartum fær  hon sítt rávatn. Í Klaksvík eru hesu økir, millum annað, Uppsalahagi, Strandahagi og Myrkjanoyrahagi og fýramarkahagi í Árnfirði.
Eisini hevur kommunan eina avtalu við SEV, um rávatn úr vatngoymsluni hjá teimum, í Strandadali.

Í hesum hagapartum liggja rørleiðingar niðurgrivnar,  sum veita rávatnið til vatnverkini

Rávatn sum talan er um her, er óreinsa vatn, sum beinleiðis verður tikið úr áum og keldum.

Økini verða vanliga kalla fyri innsavningarøki.

Ein fortreyt fyri góðum drekkivatnið, er at rávatnið hevur eina góða góðsku, jú, betri góðskan er á rávatninum, lættari og einklari er viðgerðin, sum krevst, fyri at tryggja eina  góða drekkivatngóðsku.

Tá eitt nýtt stað til vatntøku skal veljast, skal hædd takast fyri vatnnøgd og góðsku.

Áðrenn rávatnið verður tikið í nýtslu, eigur góðskan at verða kannað, so at kunnleiki fæst um hvussu góðskan broytist eftir árstíðini.

 

Uppsalahagi

Har verður rávatnið tikið úr Neytadali og Borðoyaneshálsi, veitt í ein tilrenningartanga og síðan oman til vatnverkið niðan Horn.

Í Neytadali eru sjey áarinntøk, og úr  Borðoyaneshálsi eru fleiri keldur sum eru veittar í trýggjar glastrevjutangar. Alt hetta rávatn verður veitt til vatnverkið, niðan Horn. 

 

Strandahagi

Ì Strandahaga eru tað tveir dalar sum Klaksvíkar kommuna fær rávatn frá, Svartidalur og Strandadalur.

Í Svartadali eru tvær vatntøkur, tann niðara hevur kommunan og tað ovari SEV.

Frá tí niðari vatntøkuni sum liggur á kodu 180, er løgd ein 3,25 km leiðing leiðing við ø 250 mm, heilt suður til Ànagjógv.

Nýggj rávatntøka í Svartadali

Ein munandi partur av vatnveitingini til Klaksvíkar verður tikin í Svartadali, haðani vatnið verður leitt til reinsiverkið við Ánagjógv at verða sóttreinsað, áðrenn tað verður veitt heim í býin. Til tess at betra um góðskuna á rávatninum hevur kommunan nú gjørt eina nýggja vatntøku í Svartadali oman fyri tað gomlu, sum var illa farin og ikki tíðarhóskandi.

Gamla vatntøkan hjá kommununi á kodu 180 í Svartadali er nú gjørd óvirkin. Ístaðin er ein nýggj vatntøka gjørd beint omanfyri hina gomlu.

- Høvuðsorsøkin til hesa avgerð er, at gamla vatntøkan var illa farin og ikki tíðarhóskandi. Rávatnið varð ikki nóg væl reinsað, sigur Jóhan við Neyst, leiðari av Vatndeild kommununnar.

- Vatntøkan í Svartadali veitir rávatn til vatnverkið við Ánagjógv. Við nýggju vatntøkuni verður rávatnið reinari enn higartil, áðrenn tað verður leitt heim í vatnverkið, sum veitir sóttreinsað vatn víðari heim í býin.

Nýggja vatntøkan, sum nú er tikin í nýtslu, veitir nógv reinari rávatn til vatnverkið við Ánagjógv. Høvuðsorsøkin til tað er ein serframleidd rist, ið liggur vatnrøtt, har vatnstreymurin reinsar ristina, serliga í nógvum áarføri, tá vatnið er gruggut.
Vatntøkan er gjørd av betongi við ógvuligari høgari góðsku, sum er smurt við kloridkálkaðari verju. Serframleidda ristin er gjørd úr rustfríum stáli.

Vatnverkið við Ánagjógv veitti síðsta ár 1,5 mill. rúmmetrar av sóttreinsaðum vatni til eystaru síðu av Klaksvík og til vestara havnalag.


Góð samstarvsavtala við SEV.

SEV hevur eisini eina vatntøku í Svartadali, á kodu 260, haðani vatn verður leitt til goymsluna á kodu 220 í Strandadali, sum elfelagið gagnnýtir til elframleiðslu á elverkinum á Strond.

Ein avtala er millum SEV og Klaksvíkar Kommunu um samskipan av vatntøkuni millum Svartadal og Ánagjógv. Meginreglan er, at SEV skal nýta sum mest av vatninum til elframleiðslu, tá nóg nógv av vatni er tøkt. Hinvegin skal SEV halda aftur í teirra vatnnýtslu, tá turrveður er, til tess at tryggja, at vatntørvurin í kommununi verður nøktaður.

Henda avtala kemur báðum pørtum væl við, tí umframt at SEV fær størri vatnmongdir til sína elframleiðslu, so hevur avtalan eisini tryggjað kommununi nóg nógv vatn, tá turkur og frost hevur verið.

 

Niðanfyri SEV goymsluna er sett upp eitt glastrevjahús til ein rørbrotsventil, sum er settur á rørleiðingina hjá kommunini til tilrenningarbrunnarnar við Ánagjógv.

Hetta er ein sjálvvirkandi ventilur, sum steingir fyri vatninum, um rørleiðingin skuldi fingi skaða.

Frá tí ovari tøkuni, á kodu 260, rennur vatnið beinleiðis í SEV goymsluna, gjøgnum eina 400 mm rørleiðing. SEV goymslan tekur 30.000 rúmmetrar.

 

Ein avtala varð gjørd millum Klaksvíkar Kommuna og SEV hin 13. mars 1997, um at samskipa áhugamálini hjá Klaksvíkar Kommunu og SEV, um at gera nýtslu av regnvatninum á økinum Ánir og Svartadal.

Í stuttum gongur avtalan út uppá at SEV skal kunna nýta sum mest av vatninum til el-framleiðslu, meðan Klaksvíkar Kommuna skal hava trygd fyri, at vatntørvurin verður nøktaður til Klaksvíkar Kommuni, bæði í turrveðri og frosti.

 

Myrkjanoyrahagi

Markið millum Myrkjanoyrahaga og Strandahaga er Ánagjógv. Vatnverkið við Ánagjógv fær eisini sítt rávatn úr Ánagjógv og tveimum øðrum áum sunnanfyri Ánagjógv, har eru eisini uppsettar sjálvreinsandi sílir til at skilja frá, teir størstu partiklarnir.

 

GØTULJÓS

Eisini hevur vatndeildin tikið sær av gøtuljósum.

Viðlíkahaldið hevur Sp/f Tummas Thomsen, meðan øll onnur arbeiðið, sum nýggir vegir v.m, verða útboðin til lokalar el- innstallatørar.

Alt viðlíkahaldið á Havnaøkinum, hevur Sigurd Syderbø, el-verkst., í Klaksvík.  

Projekteringin av gøtuljósum verður vanliga gjørd av Oddbjørn Vágslíð El- annlegg.

 

UPPGÁVUR

Uppgávan hjá vatndeildini er at veita íbúgvum og virkum sóttreinsað vatn,

hava eftirlit av reinsuverkum og útskiftan av gomlum jarnleiðingum.

Aðrar uppgávur eru, at senda vatnroyndir til Heilsufrøðuligu Starvstovuna, og leggja framtíðarætlannir, so sum, at fáa fatur á meiri rávatni, gera nýggj reinsuverk og støðir til at minka ella vaksa um vatntrýstið.

Annars eru vit eisini við í nýggjum verkætlanum, sum vegagerðir, útstykkingar,  havnaøkir, tunnlar v.m.  

 

VATNVERK

Rávatnið skal viðgerðast við viðgerðarháttum, ið trygga, at góðskan er nøktandi, viðgerðarhátturin skal veljast við atliti til rávatnið.

Rávatnið sum kemur inní vatnverkini verður viðgjørt á henda hátt: Fyrst fer tað ígjøgnum sandfiltrini og til seinast verður tað UV- strála.

Sandfiltrini eru sylindara skapa, innan eru trý jaður av kvartssandi, við trimum ymiskum støddum, í botninum eru 120 dysir, fyri at fordeila vatnstreymin.

Tá rávatnið streymar niður gjøgnum sandin, sleppa partikklar, og størri kykn ikki niður gjøgnum sandin, men liggja omanfyri ovasta  sandjaðuri. Mikro smáverur, bakteriur, virus, plantir, frumdjór v.m. sum sleppa niður gjøgnum sandin, fara haðani framvið UV- ljósið, sum hevur eina bakteriudrepandi effekt.

UV-  effektin viknar við tíðini, lampurnar hava eina driftstíð uppá 8.000 tímar, og skulu tey tá verða útskiftar.

Á báðum vatnverkunum eru eyka sóttreinsingartól.

Eisini er eitt kloranlegg, men tað hevur næstan ikki verið brúkt.

Eftir at vatnið er filtrerað, er tað klárt og uttan grugg.

UV- stráling er ein elektromagnetisk stráling við eini bylgulongd millum100 – 400 nm  sum er umráðið millum røntgenstráling og sjónligt ljós.

UV- aggregatið er uppbygt av einum strálukamari, har vatnið fer ígjøgnum og verður strálað. Inni í strálukamarinum er kviksilvurlampur plaseraðar í sjálvum vatnstreyminum.

Sandfiltrini hava eina sjálvvirkandi reinsuskipan til reinsan av sandinum. Vatn verður tá pumpa øvugt uppígjøgnum sandfiltrini, fyrst við vatni, síðan við luft, og til seinast aftur við vatni, soleiðis at alt tað skitna, sum legst oman á sandin, verður skola út í ánna.

Sandfiltrini verða reinsað í tíðarmillumbilum ella uppá trýstmun.     

Í 1993 varð uppsett eitt fyribils vatnverk til veitan av sóttreinsaðum vatni til Kósavirkið, sum danska fyritøkan HOH leveraði og setti upp.

Men tá vatnverkið við Ànagjógv varð tikið í nýtslu, í 1999, varð ikki longur tørvur á vatnverkinum til Kósavirkið og varð tí hetta vatnverkið steðga.

ES setur sera strong krøv til vatn ið kemur í samband við fisk, sum  verður innfluttur til ES.

Krøvini eru í umleið trýss parametrum, men eftirlit er bert við seks av teimum.

Tá ið ein fiskur kemur inn í eitt fiskavirki, er tað soleiðis, at tað fyrsta sum hann kemur  í samband við er vatn. Tað er grundin til at vatnið skal vera reint, og tí verða stillaði  hørð reinføris- og heilsukrøv til vatnið, sum kemur í beinleiðis røring við fiskin.

 

Klaksvíkar Kommunu rekur nú fimm vatnverk, eitt við Ánagjógv, niðan Horn, Árnafjørð.

Mikladal og Trøllanes. Sostatt hava allir borgarar í kommuni sóttreinsað vatn.

Vatnið skal ikki bera smittiberandi bakteriir og tað skal heldur ikki innihalda vandamikil kemisk evni.

Heilsufrøðiliga Starvstovan kannar innihaldið av bakterium sum eru í vatninum, við at máta kimtal og koliformabakterier, og við at máta farvital og turbiditet, á henda hátt fáast nøkur tøl um útsjóndina á vatninum.

Fiskurin verður útfluttur til útlondini, millum annað til Europa, og her setast strong krøv til vatnið sum kemur í samband við fiskin, sum vit útflyta.

Tað mesta av vatninum í Føroyum, er yvirflátuvatn. Tað merkir at tað Føroyska vatnið er ikki vart ímóti vindi og djóraávirkan o.ø.. á henda hátt liggur ikki fyri at siga nágreinuliga, hvussu tað føroyska vatnið er, vatnið er ymist frá stað til stað.

ES fyriskipanin um rávatn, verður skift í tríggjar bólkar A1, A2 og A3, fyri hvønn bólk er ásett hóskandi viðger av yvirflátuvatni. Fyri at kunna nýta tað til drekkivatn,

skal rávatni ikki vera vánaligari enn markavirðið, sum svarar til bólk A3.

Samlaða drekkivatnsgoymslan í kommuni er 6.300 rúmmetrar.

Fyrst í ár 2002 vóru bæði vatnreinsiverkini Niðan Horn og við Ánagjógv fult útbygd, við hvør sínum sandfiltri afturat, sostatt kunnu bæði vatnverkini framleiða íalt 360 rúmmetrar um tíman.

Bæði vatnverkini eru fult automatiseraði, og eisini er ein alarmskipin, sum gevur alarm, um ávarðingarmarkini verða brotin. 

Kanningarúrslitini av drekkinvatninum eru í fult mát vit krøvini sum EU setir til drekkivatn.

Framleiðslan av sóttreinsaðum vatni í Klaksvíkar kommunu í 2006, varð 2,2 milliónir rúmmetrar.

Annars kemur drekkivatn undir løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m.

Vatndeildin sendir tilsamans um 66 vatnprøvar árliga til Heilsufrøðiligu Starvstovuna, 33 kemiskar og 33 mikrobiologiskar.

 

Vatnverkið við Ánagjógv

Fyrsta almenna vatnverkið í Klaksvíkar kommunu liggur við Ánagjógv, tað var tikið í brúk í sep. 1999, hevur koyrt við góðum úrsliti, javnan eru tiknar royndir av vatninum, og vísa kanningarúrslitini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at drekkivatnsgóðskan haðani er góð.

 

Rávatnið kemur úr Svartadali, Ànagjógv og Strandadali, úr Svartadali kemur yvirflátuvatn úr áarinntøkum og verður fyrst leitt í tríggjar tilrenningartangar, ígjøgnum sandfiltir og UV- annlegg, til seinast í tveir 3.600 rúmmetrar goymslubrunnar, har tað  verður goymt, og skal klára tær dagligu nýtslubroytingarnar, bæði til virkir og húsarhald.

Ì serligum umstøðum fáa vit eisini rávatn úr SEV goymsluni í Strandadali.

Vatnverkið við Ánagjógv, kann viðgerða íalt 200 rúmmetrar rávatn um tíman.

Í 2002, varð til vatnverkið við Ánagjógv, uppsett nýggj elektronisk stýring, millum annað til dagliga útskrift av framleiðsuni, sum millum annað kann nýtast sum skjalprógv.

Eisini er telda uppsett til stýring av vatnframleiðsluni, og somuleiðis ein ávaringarskipan ígjøgnum telefonnetið.     

Sunnanfyri Ánagjógv eru eisini lagdar rørleiðingar, so at meginparturin av vatninum sum kemur úr áunum har, kemur okkum til gagns.  

Ein stórhending sum fór fram í 2002 var tá seinni goymslutangin til Reinsiverkið við Ánagjógv varð tikin í nýtslu, mikudagin 9. oktober.

4. juli 2001 varð sáttmáli undirskrivaður við Byggifelagi Kanjon og Klaksvíkar Kommunu um bygging av einum nýggjum goymslubrunni norðuri við Ánagjógv.

Við hesum varð goymslan av sóttreinsaðum vatni, við Ánagjógv, tvífalda frá 1.800 –  til 3.600 rúmmetrar.

 

Vatnverkið niðan Horn

varð tikið í nýtslu 21. nov. 2001,

Vatnverkið til Kósavirkið varð niðurtikið og flutt niðan á Horn, har næstan alt varð montera uttan tann elektroniski útbúnaðurin og UV- annleggið.

Hin 21. sep. 2005 varð so triðja vatnverki tikið í nýtslu, tað liggur í Àrnafirði, og kann framleiða í alt 16 rúmmetrar um tíman.

 

Eitt sjálvreinsandi filtur varð uppsett í august 2007.

Àarføri hevur við sær at vatnið verður gruggut, serliga í Neytadali, har sum sjey vatntøkur eru.
Skitnari vatnið er, minni verður UV-transmissiónin, og vandi er fyri, at tey bakteriudrepandi árini ikki virka til fulnar.
UV – transmissiónin er eitt mát fyri, hvussu stórur partur av UV- geislingunum fer tvørtur ígjøgnum vatnið.
Hetta vil í síðsta enda ávirka góðskuna á vatninum.
Uppsetta filtri er eitt forfiltur til verandi sandfiltrini, og tryggjar betri vatngóðsku.
Filtrið er av merkinum, Filternox, Model Optimist 312606, 200 rúmmetrar um tíman.

 

Vatnverkið í Árnafirði

Í november 2004 var byrjað at at grava og leggja rørleiðingar til nýggja vatnverkið við goymslu.

Í Árnafirði eru góðir møguleikar at fáa gott kelduvatn úr Stórhøvdaánni, sum er á vestara armi.

Árnafjørð hevur í mong ár fingið óreinsa vatn úr Breiðá, sum liggur á eystara armi.

21. sep. 2005 fekk so Àrnafjørð reinsa drekkivatn, tá eitt nýtt vatnverk varð upp sett einar hundra metrar sunnanfyri tunnilsmunnan.

Hetta vatnverkið fær rávatn úr Stórhøvdaánni á vestara armi, og kann framleiða fimtan rúmmetrar um tíman.

Rávatnið frá Stórhøvdaánni er keldu- og yvirflátuvatn.

Ì ánni er ein vatntøka, sum veitir vatn ígjøgnum eina sjálreinsandi rist, og haðani oman til vatnverkið, fyrst ígjøgnum sandfiltur og UV- annlegg og til seinast í ein  80 rúmmetrar goymslubrunn, har drekkivatnið verður goymt, og skal klára tær dagligu nýtslubroytingarnar.

 

Vatnverkið í Mikladali

Tikið í nýtslu 6. des. 2007

Rávatnið kemur úr einari keldu, verður síðan leitt ígjøgnum eitt grovfiltur, sandfiltur og UV-annlegg, áðrenn tað fer í goymlsutanga uppá 30.000 litrar.

Sandfiltrini er av slagnum Kinetica  

Ùtbúnaður: 2 stk UV filtur  2X10m3/h

2 stk Sandfiltur 2X5m3/h

1 stk Mag flux flowmálari

1 stk grovfiltur 100my

Vatngoymsla 30 rúmmetrar

 

Vatnverkið í Trøllanesi

Tikið í nýtslu 6. des. 2007

Rávatnið kemur úr tveimum keldum, verður síðan leitt ígjøgnum eitt grovfiltur, sandfiltur og UV-annlegg, áðrenn tað fer í goymlsutanga uppá 30.000 litrar.

Sandfiltrini er av slagnum Kinetica  

Ùtbúnaður: 2 stk UV filtur  2X10m3/h

2 stk Sandfiltur 2X5m3/h

1 stk Mag flux flowmálari

1 stk grovfiltur 100my

Vatngoymsla 30 rúmmetrar

 

Vatnverk í Svínoy

Tikið í nýtslu í 30 des. 2011

Rávatnið kemurúr eini nýggjari vatntøku í Myllánni ið verður veitt oman í vatnverkið, eysturi í Hvilt.

Rávatnið verður fyrst veitt ígjøgnum tvey sandfyltir, síðan gjøgnum UV filtur og oman í goymslutanga uppá 60 rúmmetrar, sum veitir vatn til alla bygdina.

 

Sandfiltrini eru gjørd úr glastrevju og klára at reinsa 15.000 litrar um tíman.

 

DREKKIVATN – FRAMLEIÐSLUKOSTNAÐUR                            

Tá útbyggingarnar av vatnverkunum norðuri við Ánagjógv og Niðan Horn vóru lidnar varð ein roynd gjørd at útrokna framleiðslukostnaðin pr. tons av vatni. Ánagjógv var liðugt útbygt fyri 7 árum árum síðani, meðan Niðan Horn ikki varð liðug fyrr enn í 2001, og tí hava vit eingi søgulig tøl at byggja á, men grunda á royndir frá Ánagjógv og kunnleikanum annars til rakstrartøl á deildini verður mett, at vit kunnu halda okkum til fíggjarætlanartølini fyri 2003, hvørs avseting í 2. uppskoti er kr. 2.628.000.

 

 

Framleiðslukostnaður pr. tons av vatni

Avseting 2003 (kr)                     2.628.000

Framleiðsla tons pr. ár                2.466.000

Kostnaður pr. tons (kr)               1,06

 

Framleiðsukostnaður pr. tons av vatni íroknað kapitalkostnað

Avseting 2003 (kr)                     2.628.000

Kapitalkostnaður                        440.000

                        3.068.000

Framleiðsla tons pr. ár                2.466.000

Kostnaður pr. tons (kr)               1,24

 

 

Viðmerkingar

Her skulu vit greiða nærri frá tølunum

 

Framleiðsla

Kommunan byrjaði í 2003 at gera nágreiniligar mátingar av framleiðsluni á vatnverkunum við Ánagjógv og niðan Horn. Tølini vísa at tey bæði framleiða samanlagt um 2.466 mill tons um árið. 

 

Kapitalkostnaður

Kommunan hevur síðani 1995 - 2003 gjørt íløgur í vatnútbyggingina fyri 22 mill. kr., um henda upphædd verður avskrivað yvir 50 ár, merkir hetta ein árligan kostnað upp á kr. 440.000.

 

Svinn

Vatndeildin ger vatnmátingar einaferð um mánaðin sum vísa at kommunan reinsar um 2.2 mill.tons av vatni um árið.

Húsarhald og virkir brúkti um 1,9 mill. rúmmetrar, nýta húsarhaldini 32 %  og virkir 68%, meðan eftirverandi er svinn, reinsan av sandfiltrum v.m.

Ómøguligt er at siga hvussu stórt svinnið er, í og við at við enn ikki hava nágreinilig tøl fyri allar forbrúkarnar.

Men staðfestast skal, at kommunan hevur í seinastu funnið fleiri stórar lekar. 

 

Vatnnýtslan

Eina ferð um mánaðin verða allir vandmátara avlisnir fyri at kunna sær um vatnnýtsluna.

 

Miðalnýtslan  fyri 2005 varð 190.834 um mánaðin

 

 

 

 

 

Á høvuðsvatnskervinum vórðu uppsettar fýra støðir fyri at minka um vatntrýstið ymiska staðni á vatnkervinum, hetta sparir okkum nógv vatn.

Tann fyrsta støðin varð uppsett í juni 2006. Sum sæst á stabbamyndini var miðalnýtslan omanfyri sekstúsund rúmmetrar frá januar til juni, men eftir at sparistøðin varð uppsett er miðalnýtslan nakað niðanfyri sekstúsund rúmmetrar.

Men so hvørt  sum roynt verður at minka um vatnnýtslina, kann roknast við at vatnnýtslan økist av býarvøkstrinum, ídnaðarhavnin í Ànunum og norðanfyri Norðborg, av nýggju byggisamtyktini til útstykkingar til vinnuøki og bústaðarøki v.m.

Tessvegna verður kanska neyðugt at uppseta enn fleiri sparistøðir, ella við framtíðini í huga, gera eina stóra rávatnsgoymslu norðuri í Svartadali uppá einar 180.000 rúmmetrar, sum hevði verið ein stórur tryggleiki í framtíðini.

Sum sæst á stabbamyndini var vatnnýtslan 2006 góðar tvær mill. 

 

 

 

 

 

 

 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo