Klaksvik.fo - Borgari - Børn og ung - Barnaverndatænastan
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Børn og ung
Dagstovnar 
Skúlaviðurskifti 
Tannlæknaskipanin
Barnaverndatænastan 
Heilsufrøðingar
Børn við serligum tørvi
Ungdómsgransking
Húsið


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum

Upp- og afturlatingartíðir hjá Barnaverndartænastuni: Opið er mánadag til fríggjadag kl. 10:00 til 14:00. Samband fæst við Barnaverndartænastuna á telefon 410000 og á telefon 219181 eftir klokkan 14:00 og til klokkan 10:00. Í vikuskiftinum og ferium svarar 219181 alt samdøgri.

Barnaverndatænastan heldur til í Húsinum á Fornagørðum, Klaksvíksvegur 7.

Felagsheitið fyri kommunalu myndugleikarnar á økinum: Barnaverndarnevnd og barnaverndarumsiting er Barnaverndartænastan. Tonja Ziskason er toymisleiðari fyri økið Børn & Ung og leiðari á Barnaverndartænastuni. Harumframt starvast Iben Faaborg, fakligur samskipari, Harriet Lydersen, Ása Vágsheyg og Jørundur Hansen hjá Barnaverndartænastuni.

Í barnaverndarnevndini sita:

Victoria Absalonsen, forkvinna

Petur Martin Hansen, næstformaður

Annbjørg á Høvdanum

Ingrid Petersen

Harriet Hvidbro

Bygdir/býir sum hoyra undir Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum er: Viðareiði, Hvannasund, Norðdepil, Norðtoftir, Múla, Depil, Fugloy, Svínoy, Kunoy, Haraldssund, Trøllanes, Mikladalur, Húsar, Syðradalur og Klaksvík.

Møguleiki er fyri at fáa samband við Barnaverndartænastuna alt samdøgrið. Ringjast kann á sosialu deild tlf. 410000 yrkadagar millum kl. 10 og 14 og á Barnaverndartelefonina tlf. 219181 yrkadagar millum kl. 14 til 10 og vikuskiftið alt samdøgrið. Eisini kann teldupostur sendast til tonja@klaksvik.fo 


Øll børn hava rætt til ein góðan og tryggan uppvøkstur. Tíverri er hesin rættur ikki altíð ein sjálvfylgja. Tað hendir, at børn gerast gíslar í einum lívi, tey ikki fáa broytt, og tí er tað umráðandi at lofta teimum, tá ið á stendur.

Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er at: “ tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur”.

Foreldur hava evstu ábyrgd av at ala børn síni upp og veita teimum umsorgan. Í summum førum er kortini neyðugt at veita foreldrum eina hjálpandi hond í styttri ella longdi tíð t.d. orsaka av onkrari torførari støðu í lívinum ella vantandi foreldraførleika.

Um neyðugt, skal Barnaerndartænastan seta fyriskipanir í verk fyri børn og familjur teirra, tá umstøðurnar í heiminum gera, at serligur tørvur er á tí. Talan er um fyribyrgjandi fyriskipanir, so sum sálarfrøðisligar samrøður, familjuviðgerðir og stuðul í heiminum.

Tá ið fyribyrgjandi fyriskipanir ikki eru nøktandi í mun til tørvin hjá børnunum, kann Barnaverndartænastan seta børnini til fosturs ella á stovn í eitt tíðarskeið, við ella uttan samtykki frá foreldrunum. Tá slíkar avgerðir verða tiknar, er tað altíð Høvuðsbarnaverndarnevndin, sum tekur støðu eftir tilmæli frá Barnaverndartænastuni.

Foreldur vilja børnum sínum tað besta. Hóast foreldrini møguliga eru partur av trupulleikanum, eru tey týðandi partar av loysnini, ið skal finnast. 


Fráboðanin er fyrsta fet at støðga eini syrgiligari lagnu
Tað er ikki altíð lætt at vita við vissu, nær eitt barn er fyri misrøkt ella ikki, men sum borgarar í samfelagnum eiga vit ikki at venda blinda eyga til, tá vit hava varhugan av, at talan er um misrøkt av einum barni. Vit skylda barninum bestu kor at liva undir, og eiga tí at boða mynduleikunum frá hesum.

Lógin um barnavernd er sera greið tá talan er um fráboðan. Øll hava vit skyldu at boða mynduleikunum frá, um vit kenna til mál, har barn verður fyri misrøkt. Lógin sigur at øll hava fráboðanarskyldu, men skilur tó ímillum meiniga borgaran og tann sum í starvi sínum hevur við børn at gera, tá talan er um navngivna fráboðan.

Eftir fráboðan, viðgerð barnaverndartænastan fráboðanina.


Fráboðanarskyldan
§ 14. Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða Barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum.
 
Stk. 2. Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari t.d. misrøkir, meinslar, misnýtir ella handfer barn soleiðis, at álvarsamur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi Barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin.

Stk. 3. Fráboðast skal eisini viðvíkjandi kvinnum, ið eru við barn, tá ið mett verður, at tørvur er á stuðli sambært hesi lóg, t.d. vegna álvarsama rúsevnismisnýtslu, sálarsjúku ella sálartrupulleikar.

Stk. 4. Barnaverndartænastan skal sum skjótast, og seinast innan eina viku, ganga ígjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk sambært hesi lóg, sí §§ 45 og 49.
 


Tað er sera umráðandi, at frágreiðingin er ítøkilig og, at tann, ið skrivar ikki tulkar umstøðurnar, men bert skrivar tað, sum er beinleiðis í samsvar við veruleikan.

Tvær leiðbeiningar eru, sum kunnu hjálpa lærarum, námsfrøðingum og øðrum, sum starvast við børnum, til at skriva frágreiðingar um børn á skúlum ella á stovni/dagrøkt.

Trýst á leinkjurnar fyri at lesa vegleiðingarnar í PDF-format:
Vegleiðing í at skriva eina útgreinaða frágreiðing um eitt barn í skúlanum
Vegleiðing í at skriva eina útgreinaða frágreiðing um eitt barn á stovni

 

 

Umsorganarsvíkur/ágangur móti børnum

Stutt leiðbeining til fólk sum starvast við børnum og til onnur, ið varnast, at børn eru, sum ikki hava tað gott:

Hvat er umsorganarsvíkur/ágangur móti børnum og ungum
Talan kann bæði vera um aktivar ella passivar handlingar hjá foreldrunum ella øðrum vaksnum fólki, sum í styttri ella longri tíð hava ábyrgd av barninum ella tí unga.

Umsorganarsvíkur/ágangur er:
• Likamligur/sálarligur harðskapur og mishandling
• Likamlig/sálarlig vanrøkt (umsorganarsvík)
• Kynsligur ágangur
Tað er umráðandi, at vit eru varug við tey tekin, sum børn/ung senda, og síggja tað sum eitt róp um hjálp.

Tekin tú skalt varnast:
Fysiskur harðskapur

• Blá merkir, rípur eftir eitt nú sløgum við reim ella stavi, sjónligir reyðir prikkar, sum kunnu stava frá sløgum við hárbust
• Brannsár og bløðrur – frá sigarettum, sigaretttendrara o.t.
• Blá merkir á hálsinum, ella merkir, sum kunnu vera tekin upp á eina roynd at kvala
• Harðligur atburður móti øðrum børnum

Sálarligur harðskapur
• Atburður, ið víkur frá
• At barnið ikki dugur nóg væl at tosa
• Harðligur atburður móti øðrum børnum
• Taluhátturin hjá barninum – málburður - tað barnið fortelur um sín gerandisdag
• Sjálvshóttandi atferð

Vanrøkt/umsorganarsvík
• Matpakkin hjá barninum manglar ofta, ella er í ringum standi
• Vánalig ella sera skitin klæði og klæði, sum ikki hóska til árstíðina
• Vánaligt reinføri
• Barnið verður latið á stovn og heintað aftur undir vánaligum og óstøðugum umstøðum
• Manglandi grundleggjandi vitan kann vera tekin um vánaliga stimbran
• Atburður, ið víkur frá

Talan kann bara verða um at seta barnið til fosturs um tað ikki er møguligt at loysa trupulleikan meðan barnið býr heima.

Í málum um fysiskan harðskap ella kynsligan ágang verður støða altíð tikin til, um grundarlag er fyri at melda tann, ið hevur framt harðskapin til løgregluna. Er talan um álvarsaman harðskap, verður tilburðurin altíð meldaður til løgregluna.

Í teimum førum har foreldrini ikki vilja - ella megna - at samstarva um ta fyriskipan, sum er sett í verk, ger Barnaverndartænastan eina meting, um grundarlag er fyri at tilmæla at taka barnið úr heiminum uttan samtykki frá foreldrunum. Avgerðina eigur Høvuðsbarnaverndarnevndin.

Hvat hendir tá tú ringir til Barnaverndartænastuna
Á Barnaverndartænastuni er møguleiki at koma í samband við ein sosialráðgeva/málsviðgera.
Tú kanst fáa ráðgeving, uttan at upplýsa hvat barn talan er um. Eingin fyriskipan verður sett í verk, einans av tí orsøk, at tú hevur tørv á at tosa við onkran um tað, tú hevur varnast.
Tað vil siga, at tínir spurningar ella upplýsingar nýtast ikki at seta nakra fyriskipan í verk. Tað er heldur ikki neyðugt at upplýsa familjuni, at tú hevur ringt til Barnaverndartænastuna. Hetta kann bíða til avtala er gjørd við sosialráðgevan um, hvat skal henda í málinum víðari.

Soleiðis kanst tú gera, varnast tú okkurt, ið ikki ruggar rætt
1. Tosa við starvsfelagar/leiðslu um tað tú hevur illgruna um
2. Set teg í samband við Barnverndartænastuna og fá dulnevnda ráðgeving
3. Tosa við foreldrini hjá barninum um tað, tú hevur illgruna um

Stúrir tú enn fyri støðuni hjá barninum kanst tú:
1. Siga við foreldrini, at tú stúrir fyri barninum og, at tú hevur í hyggju, at taka tað upp við Barnaverndartænastuna
2. Tosað við Barnaverndartænastuna
3. Gera eina skrivliga frágreiðing til Barnaverndartænastuna, sum inniheldur:
• Navn og bústað hjá barninum og hjá foreldrunum
• Hvussu leingi tú hevur kent barnið og familjuna
• Lýsing av tí, sum tú hevur varnast
• Hvat tú hevur sagt við foreldrini og hvat hava tey sagt/gjørt í tí sambandi
• Hevur tú ikki tikið trupulleikan upp við foreldrini, frágreiðing um hví
• Tin meting um, hvørji fyrilit skulu takast um so er, at ein fyriskipan skal setast í verk

Barnaverndartænastan kann vátta fyri skúlanum/stovninum, at hon hevur fingið frágreiðing um málið, og at hetta verður kannað. Bert við samtykki frá foreldrunum, ella tá hetta verður mett neyðugt til tess at røkka endamálinum við eini fyribyrgjandi fyriskipan, verður tann sum fráboðar kunnaður um, hvat víðari hendir í málinum.
 

 

 
 
 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo