Klaksvik.fo - Borgari - Børn og ung - Tannlæknaskipanin
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Børn og ung
Dagstovnar 
Skúlaviðurskifti 
Tannlæknaskipanin
Barnaverndatænastan 
Heilsufrøðingar
Børn við serligum tørvi
Ungdómsgransking
Húsið


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00
Barnatannlæknaskipanin

Barnatannrøktin
Skúlavegur 2

Telefon 455651
T- post kbt1@klaksvik.fo

Viðtalutíð: mánadag – fríggjadag kl. 8:00 – 15:00

Tannlæknar:
Unn Jakobsen
Husam Al Weshahi
Marjun Biskopstø


Barnatannrøktin hjá Klaksvíkar kommunu bjóðar ókeypis viðgerð, ráð og vegleiðing í tannrøkt til børn og ung frá 0 – 18 ár. 

Um tú vilt tryggja at barnið hjá tær fær sunnar og frískar tenn, kann Barnatannrøktin hjálpa tær. Góðir busti- og kostvanar kunnu verða við til at tryggja góðar tenn, sum tú kanst hava gleði av alt lívið.

Tá barnið er 1½ ár bjóða vit barnið saman við foreldrum á vitjan á barnatannrøktini. Vit fara at tosa um barnatenn, suttuvanar, tannbusting, kost- og drykkjuvanar. Vit vænta onki av barninum, tað gongur fyrst og fremst út uppá at fáa eitt trygt og gott upplivilsi.

Børnini fáa boð um at koma til tannlækna eina ferð um árið. Vit meta um tørvin á víðari viðgerð og  mæla foreldrunum at koma við.

Áðrenn barnið fyllir 18 ár, senda vit tíð til eina seinastu kanning. Tannrøktin fer hereftir at verða hjá privat tannlækna.

Sertannlækni í tannrætting kannar øll børnini í 5 flokki. Sertannlæknin metir um, um tenninar skulu rættast, og nær viðgerðin skal byrja. Tannrættingin er ókeypis, men treytað av, at tenninar verða væl røktar.

Barnatannrøktin viðgerð ókeypis allan tannskaða, til tey ungu fylla 18 ár. Í summum førum er neyðugt at bíða við endaligari viðgerð til uml. 20 ára aldur ella seinni. Tað er tí umráðandi at hava eina trygging, ið umfatar tannskaða. Skaðin verður fráboðaður tryggingini beinanvegin. Tannlæknin hjálpir at fylla skjølini út.


 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo