Klaksvik.fo - Kommuna - Býráð - Borgarstjórin
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Býráð
Borgarstjórin 
Býráðslimir
Samtyktir 
Nevndir 
Fundarskrá
Fundarskipan
Valúrslit 
Søguligt yvirlit 


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00

Góði borgari

 

 

Vælkomin á heimasíðuna hjá Klaksvíkar Kommunu. Heimasíðan er eitt amboð kommununnar at røkka øllum borgarum bæði nær og fjar, og á henni kunnu vit veita kunning um tær tænastur, ið verða veittar.

 

Tað er við árræði, at farið verður undir nýtt valskeið. Tíðirnar eru avbjóðandi, og fleiri stórar avbjóðingar eru fyri framman, sum hond má takast um. Vit hava eina virkna kommunu við einum ríkum vinnulívi, og hevur hetta nógvar ringvirkningar við sær.

 

Grundarlagið undir teimum inntøkum, vit hava í kommununi, er okkara stóra og ríka vinnulív. Men vit eru sjálvandi greið yvir, at tað gongur bæði upp og niður, og tí er tað okkara uppgáva sum býráð at vera hóvlig og taka røttu avgerðirnar til røttu tíðina.

 

Mentanarliga og sosialt er kommunan ómetaliga væl fyri, og okkara mál sum nýtt býráð er at seta út í kortið av nýggjum, soleiðis at vit kunnu skipa hesi tilboðini enn betur. Vit hava nógv gott fólk í kommununi, sum veruliga leggja stóra orku í at ríka um okkara mentanarlív, ríka um okkara sosiala lív, ríka um tey yngru eins væl og tey eldru. Og hesi eiga vit at gleðast um og stimbra upp undir, soleiðis at vit framhaldandi hava eina kommunu, sum er áræsin (dynamisk).

 

Tað er við góðum treysti, at eg sum borgarstjóri fari undir eitt nýtt valskeið, og eg eri ómetaliga glaður fyri tað stóra álit, sum mær er víst til at leiða eina so virkna og framfýsna kommunu.

 

Fjølbroytni og vøkstur

Sum nýggj býráðsleiðsla settu vit okkum í samgonguskjalinum fyri undir slagorðunum “Fjølbroytni og vøkstur”, at

 

                    skúlin á Ziskatrøð verður bygdur,

                    at lætti verður latin barnafamiljum,

                    at fjøltátta bústaðarmøguleikarnar í kommununi,

                    at víðka karmarnar til vinnuna,

                    og at stovnseta eina bussleið í kommununi

 

Eisini settu vit okkum fyri í felag at virka fyri einum vinnupolitikki, trivnaðar- og mentanarpolitikki, barna- og ungdómspolitikki og eldrapolitikki. Haraftrat ætla vit at halda fast við ta vakstrarætlan, sum varð løgd, og at hon framhaldandi verður grundarsteinurin í at menna kommununa enn meira fram á leið. Vit eru eisini samd um, at vit skulu gera eina langtíðarfíggjarætlan, har vit fáa lagt tær íløgur, sum standa fyri framman í eina trygga legu.

 

Sum borgarstjóri vil eg fegin byggja mítt arbeiði á fortíðina og nútíðina, samstundis sum eg líti framá eftir teimum spennandi avbjóðingum, ið uttan iva standa fyri durum. Og soleiðis vil eg virka fyri eini enn betri kommunu eisini í framtíðini.

 

Vælkomin á www.klaksvik.fo

 

 

Vinarliga

 

Jógvan Skorheim

Borgarstjóri

 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo