Klaksvik.fo - Kommuna - Kunning - Miðbýarætlan
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Kunning
Ofta spurt
Tíðindasavn
Svarta talva
Roknskapir/Fíggjarætlanir 
Alment innlit
Kunning um Klaksvík
Málslistin
Integratiónspolitikkur
Vinarbýir
Miðbýarætlan
Vakstrarkanningin
Kirkjugarðarnir
Flaggdagar


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00
Miðbýarætlan
Samtykta miðbýarætlanin er endaliga úrslitið eftir hugskotskapping um nýggjan miðbý í Klaksvík. 154 hugskot vóru við í kappingini, og dómsnevndin valdi uppskotið Klaksvík City Center sum vinnara. Ósbjørn Jacobsen frá Henning Larsen Architects er arkitekturin handan uppskotið, og dómsnevndin grundaði avgerðina soleiðis:

"Megintankin í uppskotinum er at skapa eitt eyðkent og væl vart býarrúm í miðjuni á tí útlagda økinum, ein midepil og eitt borgaratorg, sum samstundis verður týdningarmesta savningarstaðið í býnum við handlum, kaffistovum, miðstøð fyri ferðafólk og vitjandi í einum ringi uttan um torgið og við skrivstovum, vinnuvirkjum og íbúðum í teimum ovaru hæddunum á húsunum. Hetta býartorgið hevur eitt skap, sum fer at verja fyri veðri og vindi og gera, at har verður dámligt at vera, eisini gerandisdagar, tá ið virksemið er avmarkað.

Út frá hesari kjarnuni ber so til at byggja út í stigum so hvørt, bygningar sum mentanarhúsið, sjóvinnusavnið, umsitingarhús til kommununa við tænastum til borgararnar. Týdningarmikið er tað, at miðbýurin longu kann vera ein veruleiki sum handilsmiðstøð innan fyri eitt stutt áramál og uttan at krevja stórar almennar íløgur í fyrsta umfari. 

Støðuplanurin er einfaldur og sannførandi við teimum báðum áunum, Ósá og Vágsá, sum lata seg upp móti vágni, Vágsá sum ein býarkend kanal, ið førir inn til ein bátahyl í suðursíðuni á býartorginum, Ósá sum ein frítt rennandi á, ið endar í víkini á sólsíðini við Biskupsstøð við sandstrond og neystum, soleiðis sum fyrr var í Klaksvík.

Hetta gevur tilsamans eitt skap, ið vendir sær natúrliga móti vágni og útsýninum, og her úti, í vøkrum sambandi við býartorgið, standa teir týdningarmestu bygningarnir: Mentanarhúsið og sjóvinnusavnið.

Teir báðir armarnir í býnum verða styrktir við gongubrúgv fram við innasta partinum av vágni, og innaru megin gongubrúnna verður skotið upp at hava tættari bygging við handlum, skrivstovum og íbúðum nakað sum uttan um býartorgið. Á vestara arminum inn ímóti miðøkinum er skotið upp at byggja eitt nýtt hotel. 

Ferðsluskipanin er einføld við einum vegi inn til busstøðina tætt upp at torginum og annars at hava løgd tún felags fyri koyrandi, gangandi og súkklandi ferðslu. Harumframt verður skotið upp at gongubrúgvarnar verða bundnar saman og halda fram tvørtur um Eiðið til Borðoyavík og økið Úti í Grøv.

Teir enstøku partarnir í uppskotinum kunnu verða nærri viðgjørdir í endaligu ætlanini, men tað er týdningarmikið ikki at sleppa høvuðsskapinum við sínum greiðu útsýnislinju, eitt skap, sum á stórfingnan hátt er vístur í stjørnuskapaðu tekningini av samanbindingini millum verandi býin og tann nýggja, sum er komandi hjartað í býnum.

Dómsnevndin heldur, at hetta uppskotið er eitt greitt og byggilistarliga vakurt svar til settu uppgávuna, og at tað fer at geva býnum eitt spennandi og hugvekjandi grundarlag fyri framhaldandi arbeiðinum at gera nýggja miðbýin í Klaksvík til veruleika."


Umvegis leinkjuna finnist faldarin um miðbýarætlanina fyri Klaksvík.
13-01-2016
  Miðbýarætlan fyri Klaksvík (11,3 MB)
 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo