Klaksvik.fo - Borgari - Umhvørvi - Vesputýning
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Umhvørvi
Býarfríðkan
Bussleiðin
Vegir og ferðsla 
Náttúruvernd
Vatnveiting
Vatngóðska
Spillivatn
Kloakk/reinsiverk
Rottur
Endurnýtslan
Flogfenaðhald
Hundahald
Kettur
Grind og hvalvágir
Umhvørvisvikan
Viðarlund
Viðavøkstur á gongubreyt
Bálbrenning
Umhvørvis- og orkupolitikkur
Heilsunevndin
Vesputýning


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00




Vespuvegleiðing


Hvussu finnur tú eitt vespubýli

Vespur duga væl at goyma býli móti vindi og veðri fyri lættliga at kunna verja tey. Eyðkend støð eru t.d. undir takúthangi, undir vaðingum, á loftum, í veggjum millum skins og hold, í hjøllum og grótlaðingum.

 

Býlið kann vera goymt inni í húsaklæðingi ella millum steinar í eini grótrúgvu. Staðið, har vespurnar flúgva út og inn, er ofta lætt at finna og staðfesta. Við úthurðar ella onnur støð, har ein vanliga kemur, er tað lætt at leggja til merkis, tá tað í heilum eru sveimandi vespur á ferð.

 

Áðrenn miðjan juli sæst og merkist lítið til vespurnar, men sum býlið alsamt veksur, verða fleiri og fleiri vespur. Sum frálíður sæst ein javnur streymur av vespum, ið flúgva aftur og fram til og frá somu býlingsinngongd.

 

 

Treytir fyri týning

Fyri at kunna fremja týningina nøktandi og munadygt setir kommunan tvær treytir, sum skulu lúkast.

 

1 Ávísast skal eitt býli ella eitt stað, har vespurnar alla tíðina flúgva inn og út. Týnarin átekur sær ikki at týna og drepa einstakar flúgvandi vespur.

 

2 Fráboðarin ella annar av ánaranum heimilaður persónur skal vera inni/heima, meðan týningin verður fram. Eiturpulvur verður sprænt inn í og uttan um býlið.

 

Um býlið t.d. er millum skins og hold, og tað lekur inn í búrúmini, tá sprænt verður, má onkur vera inni og siga frá, um eiturpulvurið treingir inn. Í so fall verður steðgað beinavegin.

 

Fráboðan

Er eitt vespubýli staðfest, kann fráboðast til Miðlan á tlf. 410000. Miðlan setir seg í samband við týningarskipanina, sum síðan ringir aftur til fráboðaran at avtala vitjan. Bert ánarin av avvarðandi ogn ella umboðsfólk ánarans kann biðja um týning.

 

Hvussu týnt verður

Fyri at fremja týningina verður ongantíð gjørt inntriv ella atgerð á fastar konstruktiónir, bygningar v.m. Týningin fevnir um at spræna út eitur, og tvinni sløg av eituri verða nýtt. Tað fyrsta er ein flótandi eiturløgur, sum alt fyri eitt drepur allar vespur á og uttanfyri býlið. Aftaná verður sprænt eiturpulvur inn í og uttanfyri býlið. Hetta eiturið virkar í fleiri dagar og drepur allar vespur í býlinum, umframt allar tær, sum vóru burturfrá, meðan týningin fór fram.

 

Fáar tímar seinni eru allarflestu vespurnar deyðar. Um tað vísir seg, at býlið ikki er rakt í fyrstu atløgu, boða tá kommununi frá at endurtaka viðgerðina. Skaðar ella ampar av týningini eru fyri egnu ábyrgd ánarans.

 

Eiturpulvurið luktar eitt sindur av svávuli, men roykurin hvørvur eftir fáum døgum. Eiturpulvur, sum treingir inn orsakað av lekum í konstruktión og bjálving, má ánarin ella fráboðarin sjálvur taka burtur. Pulvurið er ikki eitrandi fyri menniskju og djór í teimum nøgdum, sum verða nýttar í týningini. Eiturpulvurleivdir kunnu vaskast av eftir eitt samdøgur.


Um eiturevnini

Pytherin

Insektevni nr. 179-3. Góðkent við kunngerð um týningarevni frá Umhvørvismálaráðnum/ Miljøministeriet.

 

Malathion

Insektevni nr. 179-20. Góðkent við kunngerð um týningarevni frá Umhvørvismálaráðnum/ Miljøministeriet.


Farast skal við varsemi um eiturevnini, og tey skulu goymast fyri børnum. Eiturevni mugu ikki brúkast og goymast saman við matvørum ella njótingarevnum og fóðurevnum. Tá sprænt verður, skulu børn og húsdjór haldast burtur. Leivdir av evnunum skulu burturbeinast til kommunalu móttøkustøðina.


Heimaráð móti vespum

Heimagjørdar vespufellur kunnu hjálpa móti vesputrupulleikanum. Eitt nú ber til at skera ovasta partin av eini stórari sodavatnsfløsku og fylla søtan laka í botnin. Skrúva síðan proppin av fløskuni og vend ovara partinum av fløskuni niður í botnin, soleiðis at fløskuhálsurin peikar niðurímóti sukurlakanum á botninum. Søti lakin kann nú lokka vespurnar í felluna og fløskuhálsurin forðar teimum í at sleppa úr aftur.


 


 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo