Klaksvik.fo - Borgari - Heilsa og trygd - Familjuterapeutur
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Heilsa og trygd
Kommunulæknar
Tannlæknar
Familjuterapeutur
Fysioterapeutar
Økispsykiatriin
Serflutningsbussurin
Hjartastartarar
Norðoya Apotek
Klaksvíkar Sjúkrahús
Klaksvíkar Sløkkilið 
Norðoya Bjargingarfelg
Løgregla
Trygdarmiðstøðin
Heildarætlan
Eldri 


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00
Familjuterapeutar



Hilda Viderø Familjuterapeutur/supervisor
Helnabrekka 23
700 Klaksvík
tlf. 216785
Teldupostur: diakon@kallnet.fo

 

Virkisøkið

Supervisión av starvsfólki innan almenna og privata sektorin, bólkar og einstaklingar.

 

Terapi fyri fólk við ymiskum trupulleikum; strongd, hjúnaskilnaði, sexmisnýtslu, fosturtøku, einsemi, familjutrupulleikum o.ø.

 

Orkar tú ikki gerandisdagin, tú veitst ikki hvat bagir, so ring og ger eina avtalu.

 

Trupulleikar við:

samskiftinum

hjúnaskilnaði

strongd

sexuellum ágangi

parlagi

uppaling

vansorgan

børn / ung

einsemi

fosturtøku

deyða

 

ella um tú ikki orkar gerandisdagin, og ikki veit hvat er í vegin. Ring og fá eina viðtalu í trúnaði.

 

Supervisión

Supervisión er persónlig/faklig menning. Eg arbeiði við supervisión fyri einstaklingar ella bólkar, innan tað sosial pedagogiska øki.

 

Um tú ynskir at tosa um andaligar spurningar, so er eisini møguleiki fyri tí.

 

Útbúgving og royndir:

Sosialpedagog/diakon, Århus. Psykiatriskur røktari, Skt Hans Hosp. Roskilde

Familjuráðgevi/terapeutur Kempler inst.1997 – 2000  

Supervisor útbúgving Kempler inst. Kbh.2004

Fleiri skeið innan sexmisnýtslu.

Eitt ára familjuráðgeving/sálarrøkt hjá Agape.

Tvørfakliga eftirútbúgving í psykiatri.

Eg havi annars arbeitt í 30 ár innan tað sosial pedagogiska økið; innan menningatarnað, sálarsjúk, aidsrakt, sexmisnýtt; í Danmark, Afrika og Føroyum.

 

Havi egna ráðgevingarstovu í Klaksvík.


-----------------------------------------------------------------------------------------------------


Sálarstovan

v/Bjartu Petersen

Terapeutur til einstaklingar, familjur og pør


Teldupostur: salarstovan@gmail.com


Virkisøkið

Eg arbeiði við pørum ella familjum, sum á ein ella annan hátt eru í konflikt ella hava tungar byrðar at bera. Hava til brúk fyri at leggja gerandisdagin um, loysa ósemjur, deila arbeiðsuppgávurnar, trupuleikar við kysnlívinum, ynskja at broyta familjumynstri, ella hjúnarskilna. Eisini ber til hjá pørum sum hava avgjørt at skiljast at koma til terapi at deila ognina sundur í sátt og semju. 

Eisini er møguligt at koma til terapi undan einum hjúnarbandi til at byggja eina sterkari grund. Hetta fyri at tit hava amboð, lívsins avbjóðingar koma. 

Eg takið eisini einskaktlingar til terapeutiskar samrøður. Hetta kann vera ymiskt man stríðist við: Angist, Deprissión, trauma, bitturheit, stress, undirluta kenslur, samleiki, ella ótti fyri at gerast sálarliga sjúkur, ella sjálvmenning. 


Útbúgving og starvsroyndir

Master of arts of Counseling, familju- og parterapi og einstaklingsviðgerð frá Gordon Conwell Theological Seminary USA 2013.

Bachelor of Arts í bíbilskari ráðgeving frá Trinity College of the Bible USA 2007.

Starvsvenjing 900 tímar:

NEBH, Salem: Emergency Services. 300 tímar at eygleiða, meta um og sjúkuavgera viðskiftafólk í sálarligum kreppum, og síðan senda tey til best hóskandi viðgerð.

NEBH, Salem: Outpatient: 300 tímar í sálarviðgerð fyri einstaklingar, bólkar o.a.

NEBH, Salem: CCS, 300 tímar á stovni, har eg m.a. leiddi bólkar í sjálvhjálp.


Eisini havi eg veri í missiónsarbeiði við Logos Hope í 4,5 ár.  Arbeitt ymsastaðni í handli, og arbeitt sum stuðul.


Eg havi kontór á Glyvrum sum privat praktiserandi familjuterapeut:

Dalavegur 11 kj, Fo-625 Glyvrar.

275878


https://salarstovan.fo/   



 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo