Klaksvik.fo - Borgari - Heilsa og trygd - Økispsykiatriin
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Heilsa og trygd
Kommunulæknar
Tannlæknar
Familjuterapeutur
Fysioterapeutar
Økispsykiatriin
Serflutningsbussurin
Hjartastartarar
Norðoya Apotek
Klaksvíkar Sjúkrahús
Klaksvíkar Sløkkilið 
Norðoya Bjargingarfelg
Løgregla
Trygdarmiðstøðin
Heildarætlan
Eldri 


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00
Økispsykiatriin
Økispsykiatriin í Norðoyggjum heldur til á Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík

Ávísing til viðgerð
Tey sum fáa í boðið Økispsykiatri, skulu ávísast frá antin eins egna kommunulækna ella sum víðari viðgerð frá Psykiatriska deplinum eftir innleggjan –bæði til medisinska viðgerð og stuðlandi samtalur- men eisini sum virkin røkt og viðgerð í eins egna umhvørvi, uttan at hava verið innlagdur.
 
Økispsykiatriin kann sum dømi bjóða kognitiva viðgerð fyri ótta, psykosu og tunglyndi, sosiala førleikavenjing og -menning, menna og stuðla tí einstaka og hansara netverki at megna ymsu lívsumstøðurnar og veita hjálp, til at koma í gongd við og skipað virknan daglig dag, samsvarandi teirra ynski og málum.
Somuleiðis kunnu vit bjóða psykiatriska røkt og viðgerð, við uppfylging av heilivág viðgerð –undirvísing um árin og hjáárin og týdning av viðgerð. Undirvísing um sjúku/heilsu- eyðkennir og fyribyrging av afturstigi, við denti á møguleikan at koma seg eftir sjúku-recovery.

Økispsykiatriin veitir eisini ráð og vegleiðing innan psykiatriska røkt og viðgerð til sjúklingar, avvarðandi og onnur.
Starvsfólkini í Økispsykiatriini eru sjúkrarøktarfrøðingar, sum í tí dagliga virka í tøttum tvørfakligum og tvørsektoriellum samstarvi við aðrar partar, um uppgávuna í viðgerðini.

Starvsfólk:
Mirjam M. Heinesen, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon 234576
Teldupostur: lsmirma@ls.fo

Sigrun D. Hansen, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon 234577
Teldupostur: lssighn@ls.fo

 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo