Klaksvik.fo - Borgari - Mentan og frítíð
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Mentan og frítíð
Frítíðarfeløg
Ítróttar- og fimleikarhallir
Fótbóltsvøllir
Frítíðarfeløg
Veitsluhøli
Konserthølir
Húsið
Summarfestivalur 
Dávavirkið
Grunnur Mentanartiltøk
Torradagar
Klaksvíkar Bókasavn


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00

Frítíð og mentan

Tað er týdningarmikið at skapa karmar, ið vit sum borgarar kunnu troyta og njóta eftir loknan arbeiðsdag og í okkara frítíð, sum alsamt økist og tí fær ein alt størri týdning fyri trivnað okkara. Eitt ríkt mentanar-, ítróttar- og frítíðarlív er sunt fyri bæði sál og likam og er við til at økja um trivnaðin í kommununi.
 
Í teiginum: “Frítíð og mentan” vil vinstru er eitt yvirlit yvir skúlarnar í kommununi og stovnar, feløg og virkir, ið virka innan mentanar-, ítróttar- og frítíðarlívið í kommununi.

Millum frítíðarmøguleikarnir eru eitt nú ein stór svimjihøll, dansistøð, matstovur, Atlantis (biografur v.m.), bókasavn, dagtilhald, gistingarmøguleikar umframt møguleikar at íðka ítrótt í einum av hallunum ella í venjingarmiðstøðini ÍÐKA.

Skúlarnir í Klaksvík eru fleiri (settir í bókstavarøð): Handarbeiðsskúlin, Húsarhaldsskúlin, Kl. HF-skeið, Kl. Kvøld- og Ungdómsskúli, Kl. Sjómansskúli, Tekniski Skúlin, Tónlistaskúlin og Trygdarmiðstøðin.

Innan tað mentanarliga eru feløg m.a. innan dans, sjónleik, list, heimavirking, fornminni og sjómansskap. Umframt bygdafeløg eru her frítíðarfeløg so sum fotofelag og RC-felag.

Virkna ítróttarlívið í kommununi sæst eisini aftur í stóra talinum av ítróttarfeløgum innan fótbólt, hondbólt, flogbólt, svimjing, badminton, talv, bridge, fimleik, kappróður og frælsan ítrótt.

Harumframt eru kirkjur og samkomur.

 

Norðurjól 2017

14-11-2017
Triðja árið á rað bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum vælkomnum á Norðurjól - eitt uttandura tiltak fyri alla familjuna, har jólahugnin er í hásæti.

 - Les meira
 

Vælveruøki í Svimjihøllini ávegis

14-11-2017
Farið verður nú undir vælverudepil við gosbað, dampbað og infrareyðari saunu í...
 - Les meira
      

Spakin settur í til Bláa skýlið

31-10-2017
Í dag setti Jógvan Skorheim, borgarstjóri fyrsta spakan í til byggingina av Bláa...
 - Les meira
        
 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo