Klaksvik.fo - Borgari - Mentan og frítíð - Torradagar
 
 
Borgari | Vinna | Kommuna | Klaksvík |
Mentan og frítíð
Frítíðarfeløg
Ítróttar- og fimleikarhallir
Fótbóltsvøllir
Frítíðarfeløg
Veitsluhøli
Konserthølir
Húsið
Summarfestivalur 
Dávavirkið
Grunnur Mentanartiltøk
Torradagar
Klaksvíkar Bókasavn


Avgreiðslutíðir
Miðlan, býráðshúsið

Mánadag til fríggjadag
10.00-16.00

Tlf: 41 00 00

Torraskráin 2017 – Fyribilsskrá

Tað kemur annað á skránna – nøvn, heitir og tíðir kunnu broytast!

 

 

Mánadagur 13. februar


Paamiut opið skip – Langakai – frá kl. 13.00 – 18.00.
Seinastu tíðina hevur ein grønlendskur trolari ligið við bryggju í Klaksvík. Appelsinguli liturin er vælkendur skipalitur hjá Royal Greenland, men er tað Grønlands Natúrinstitut, sum nú eigur skipið, ið síðani 1996 hevur verið nýtt sum havransóknarskip burturav.

Tað er klaksvíkingurin Birgir Sivertsen, sum er skipari umborð á Paamiut. Hann fór fyrsta túrin við Paamiut 13. februar 1992, og hevur sostatt siglt við Paamiut í 25 ár. 

Í sambandi við 25 ára starvsdagin hjá Birgiri, verður móttøka umborð.


Gamla Seglhúsið – kl. 14.00 – 19.00
Listaframsýning

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram.

Á framsýningini vera verk eftir: Heðin Kambsdal, Ingálvur av Reyni, Eyðun av Reyni, Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Oliver við Neyst, Øssur Mohr, Torbjørn Olsen, Bergithe Johannesen, Sámal Toftanes, Amariel Norðoy, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Ludvík á Brekku og Finleif Mortensen.

Tað er ókeypis at vitja framsýningina, sum er ein søluframsýning, og hongur uppi frá 13. til 19. februar.

Opið er hvønn dag frá kl. 14.00 til 19.00


Klaksvíkar Bókasavn – kl. 19.00 – 21.00
Pallborðsfundur verður á Klaksvíkar bókasavni, har evnið á fundinum verður:

Ber orðið brek?
Hvønn týdning hevur tað, hvussu vit orða okkum um fólk, ið bera brek?
Ætlanin við pallborðsfundinum er at fáa eitt kjak um orðið brek, og um møguleiki er at finna eitt nýtt orð fyri orðið brek.


Á Skúlatrøð – Miðhøllin – kl. 19.30
Klaksvíkar tónlistaskúli hevur konsert.

Næmingar og lærarar spæla m.a. tónleik av Bach, Mendelssohn, Mozart, Pachelbel, Døuvernoy og føroyskan tónleik. Floytusolo við strúkarum, klaversolo, floytubólkar, klarinet og saxofon.

 

Týsdagur 14. februar

Posthúsið – Listaframsýning kl. 10.00 – 15.00
Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum – hølið aftanfyri móttøkuna.


Leikalund – Bindicafé kl. 13.00 – 16.00
Leikalund bjóðar á Bindicafé.
Bjóðað verður kaffi og te við retro-køku í søguligu hølum Leikalunds.


Húsarhaldsskúlin – kl. 16.00 – 21.00
Framsýning av næmingaarbeiði.
Á skránni er m.a. mótasýning, og til ber at royna góðan mat
og annað leskiligt, sum tey læra at gera á skúlanum.


Smæran – kl. 15.00
Andrass F. Joensen, ættaður av Húsum – “Drekin og aðrir grindabátar”
Drekin er smíðaður í 1917, og er tí í ár 100 ár. Andrass, sum er útbúgvin skipasmiður á Klaksvíkar Sleipistøð, sigur søguna um Drekan, Biskupstøðbátin og aðrar grindabátar.


Á Skúlatrøð – Miðhøllin – kl. 19.30
Olaf Olsen, skipari og reiðari – Hagtøl og fiskiskapur við Kupabátunum.

 

Mikudagur 15. februar

Søguliga gonguferðin – í Árnafirði – kl. 08.10
Hetta er partur av Morgunsendingini hjá Kringvarpinum, Góðan Morgun Føroyar, har frásøgufólk verður Hanus Poulsen, sum hevur savnað hópin av staðarnøvnum í Árnafirði, og er ættaður úr Árnafirði. Eisini sigur Mikkjal Mikkelsen, søgufróður maður úr Árnafirði, frá. Andras Sólstein greiður frá søguni um Tingstaðin uppi á Køtlum.

Bygdin er nevnd í Hundabrævinum – Her kunnu vit nevna tingstaðin fyri Norðoyggjar, á Køtlum, er beint omanfyri bygdina, Minuhúsið, upprunabygdin hevur ligið longri uppi, staðarnøvn eftir bønhúsið, kirkjan, skúlin og annað mangt verður greitt frá.


Posthúsið – Listaframsýning kl. 10.00 – 15.00
Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum – hølið aftanfyri móttøkuna.


Gamla Seglhúsið – kl. 14.00 – 19.00
Listaframsýning

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram.

Á framsýningini vera verk eftir: Heðin Kambsdal, Ingálvur av Reyni, Eyðun av Reyni, Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Oliver við Neyst, Øssur Mohr, Torbjørn Olsen, Bergithe Johannesen, Sámal Toftanes, Amariel Norðoy, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Ludvík á Brekku og Finleif Mortensen.

Tað er ókeypis at vitja framsýningina, sum er ein søluframsýning, og hongur uppi frá 13. til 19. februar.

Opið er hvønn dag frá kl. 14.00 til 19.00


Smæran – kl. 15.00
Petur Martin Petersen, søgufróður – “Klippfiskur til Spania, lippukassar, vaðbein og heiðursbrøv til SSP”

Um reiðaran og virkið hjá Sámal Petur Petersen í Fuglafirði, sum fekk fleiri heiðursbrøv úr Spania fyri góðan saltfisk – klippfisk.

Nú árligu torradagarnir eru í Klaksvík, verður dentur lagdur á saltfisk og klippfisk í hesu frásøgn, sum mundi vera høvuðsvøran, ið føroyingar fóru at útflyta, tá ið skiparakstur á egnum kjøli tók seg upp í seinnu helvt av 1800-talinum.


Christianskirkjan kl.17.30
Skrúvugudstænasta við Hanus á Gørðum.

Eftir guðstænastuna verður boðið niður í kirkjukjallaran, har kjøtsós og skrúvur eru at fáa.


Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.00

Fiskivinnutingið – Fiskivinnunýskipanin
Fiskivinnupolitiskur toppfundur, har allir floksformenn á tingi eru við. Kjakast verður um fiskivinnunýskipanina, sum verður løgd fyri tingið í næstum.

Jón Brian Hvidtfeldt og Óluvá Zachariassen eru vertir. Kjakfundurin, sum er almennur, verður sendur beinleiðis í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Tú sleppur eisini at siga tína meining, ella koma við viðmerkingum og fyrispurningum.

Floksformenninir kjakast um fiskivinnunýskipanina.


Atlantis – kl. 19.00
Kvinnur í filmslistini

Vístir verða tríggir stuttfilmar, sum tríggjar kvinnur hava leikstjórnað – Annika á Lofti, Julia í Kálvalíð og Maria Torgarð.
Millum framførslurnar ger Solby A. Chrisitansdóttir samrøður við kvinnurnar handan filmin.

Filmirnir eru:
Mist, sum Annika á Lofti hevur leikstjórnað
Boys, sum Julia í Kálvalíð var framaleiðari av
Frávik, sum Maria Tórgarð hevur leikstjórnað
Som engle vi falder, sum Maria Winther Olsen hevur leikstjórnað

Til filmskvøldið í Atlantis vera Annika á Lofti, Julia í Kálvalíð og Maria Torgarð til staðar, og greiða frá filmunum í samrøðu við Solby A. Christiansdóttir.
Maria Winther Olsen verður tó ikki við.

 

Hósdagur 16. februar

Betesda – kl. 10.00
Torra-Café
Kristian Martin Rasmussen, skipari, hugleiðir um sjólívið, so sum hann minnist pápa sín og abba sín hava greitt frá tí.

Kristian Martin Rasmussen, skipari og reiðari, hugleiðir um sjólívið og um fiskimanna- og útróðrarheimið á Selheyggi hjá abba og ommu síni, Christian í Grótinum og Mariannu. Eisini um tað, hann minnist pápa sín Palla hava greitt frá.

Mamman var Lena (Malena), ættað úr Oyndarfirði. Hetta var eitt rættiligt fiskimannaheim, har lítið annað var tosað um enn um fisk og fiskiskap.

Nógvar ymiskar søgur eru at siga higani og frá tíðini Kristian Martin vaks upp. Kristian Martin sat undir orðunum og mongu spennandi frásagnum frá pápanum og abbanum og øllum hinum, ið dugdu at siga frá.


Posthúsið – Listaframsýning kl. 10.00 – 15.00
Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum – hølið aftanfyri móttøkuna.


Leikalund - Bindicafé kl. 13.00 – 16.00
Leikalund bjóðar á Bindicafé.
Bjóðað verður kaffi og te við retro-køku í søguligu hølum Leikalunds.


Kl. 14.00 - 18.00 Adventure
Túrur til Kópakonuna

Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna, og
møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.
Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan.
Tilmelding er neyðug til túrarnar á tlf 505707, ella á Facebook JAB adventure.


Gamla Seglhúsið – kl. 14.00 – 19.00
Listaframsýning

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram.

Á framsýningini vera verk eftir: Heðin Kambsdal, Ingálvur av Reyni, Eyðun av Reyni, Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Oliver við Neyst, Øssur Mohr, Torbjørn Olsen, Bergithe Johannesen, Sámal Toftanes, Amariel Norðoy, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Ludvík á Brekku og Finleif Mortensen.

Tað er ókeypis at vitja framsýningina, sum er ein søluframsýning, og hongur uppi frá 13. til 19. februar.

Opið er hvønn dag frá kl. 14.00 til 19.00


Smæran – kl. 15.00
Frits Johannesen, listamaður – “Um sjólívið hjá Theodor Johannesen, faðir Frits”

Brot úr sjólívinum hjá Theodor Johannesen.
Nøkur orð um Theodor Johannesen - Theodor er føddur 1908 og doyr 1986. Hann var allar dagar sínar á sjónum. Hann legðist uppi sum 72 ára gamal.

Hansara sjólív var mangan stríggið, t.d. var hann við Hjørdis, tá ið hon fórst undir Grønlandi 15. juni 1954, og við íslendska trolarinum, Jón Baldvinssyni, sum sigldi á land undir Reykjanesi síðst í mars mánaði 1955, so tað var ikki eitt ár millum hesar hendingar.

Theodor sigldi undir øllum krígnum m.a. við trolaranum Norðbúgvanum. Hann var í uttanlandssigling frá 1928 til 1931. Hesi ár sigldi hann við trimum ymiskum førum, og endaði í Suðuríshavinum við hvalakókarinum Franternitas. Theodor sigldi aloftast sum stýrimaður.


Dragin opið skip – kl. 16.00 - 18.00
Næmingar arbeiða við togverki, spleysa, takla og bensla.


Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.00
Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur – “Hvussu nógv plast hevur havhestur í sær, og hví etur hann plast”?

Framløgan verður um, hvussu dálking við plasti skaðar ymisk djór í sjónum. Síðan verður hugt nærri eftir havhesti, og hvussu nógv plast havhesturin í Norðsjónum og um okkara leiðir hevur í maganum.

Eisini verður greitt frá kendum vandum, og hugsandi vandum, ið kunnu standast av, at djór eta plast, og hvørja ávirkan hetta kann hava á tey, ið eta hesi djór. Til seinast verður greitt frá, hví havhesturin etur plast.

 

Atlantis – Sjónleikurin Landastrokið kl. 19.00
Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú aftur á pall, hesa ferð við sjónleikinum Landastrokið – ein skemtileikur av teimum heilt stóru – hetta í sambandi við, at tey hátíðarhalda 40 ára dagin fyri, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað í 1977.

Felagið framførdi tá á loftinum í KÍ høllini, til flutt var oman í Atlantis fyrst í 80’unum.

Nógvir leikir hava verið hesi 40 árini.

 

Stig Pryds í Svimjihøllini - kl. 19.00
“Eg kravdi lívið og heilsuna aftur!”

Summi fólk geva ikki upp – og í Klaksvík hava vit m.a. Kristu og Danny!
Óansæð forðingar og meinbogar komu tey afturíaftur, og hava kempað seg allan vegin uppá toppin.

Stig Pryds sigur frá, hvussu lívið hjá honum sum sjálvstøðugur vinnurekandi broyttist til eina tilveru sum avlamin giktsjúklingur, og hvussu hann kempaði seg uppaftur til fríkavara á heimsstøði.

Kr. 199,- á www.atgongumerki.fo

 

Spaniastova – kl. 19.00
Søgan um Sjóklædnavirkið
.

Serligu og vælumtøktu klæðini hjá Sjóklædnavirkinum, sum vóru sniðgivin og seymað har, verða sýnd fram. Myndir verða at síggja frá lýsingum og mótaframsýningum – eisini verður søgan um virkið søgd.

Óluva Klettskarð sigur frá.

 

Klaksvíkar Bókasavn kl. 19.30
Bindiskeið á Klaksvíkar bókasavni

Sára Mrdalo frá Navia fer at læra okkum at binda fýra ymiskar bindihættir – Holmynstur, strukturmynstur, sjómansboblur og ein máta, hvussu ermar kunnu bindast.

At hava við: Tveir ymsar litir av tógvi, sum hóska til stokk umleið nr. 4 –  og nakrar ermastokkar ella rundstokkar umleið nr. 4.

Bókasavnið bjóðar ein drekkamunn.

 

Á Skúlatrøð – Miðhøllin – kl. 20.00
Hanus Samró – "Stríðið um 200 fjórðingar – eisini ein spurningur um EF."

Í fjør vóru 40 ár liðin, síðan løgtingið samtykti at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar – og nógv er hent síðan tá.

“Fyri at lýsa fiskimarksstríðið, sum veruliga tók dik á seg í 70-árunum, er neyðugt at viðgera stórpolitiska spurningin um EF. Spurningarnir hanga óloysiliga saman,” sigur Hanus Samró, rithøvundur.

 

Fríggjadagur 17. februar

Posthúsið – Listaframsýning kl. 10.00 – 15.00
Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum – hølið aftanfyri móttøkuna.


Íverksetarahúsið – Íverksetarahúsið 10 ár kl. 13.00 – 15.30
Stuttir fyrilestrar og kjak, við luttøku av vinnulívsfólkum og lands- og kommunupolitikarum, í sambandi við, at Íverksetarahúsið í ár fyllir 10 ár.

Í januar í ár vóru 10 ár síðani Íverksetarahúsið varð sett á stovn. Hetta fara vit at seta fokus á við tiltaki og kjakfundi um íverksetan.

Íverksetarahúsið hevur síðani byrjan havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanini í øllum landinum, og soleiðis stuðla upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi.

Á tiltakinum fríggjadagin verður varpað ljós á íverksetaramentanina í Føroyum, og á týdningin at stuðla nýggjum vinnufremjandi hugskotum. Hava vit í Føroyum eitt umhvørvi, sum virðir tey, sum tora at satsa og seta nýtt virksemi í gongd?

Hava nýggjar vinnur bestu umstøður at spretta, soleiðis at nýggj arbeiðspláss verða skapt?

Er íverksetaramentanin í landinum nóg sterk, og hvussu sær fullkomna framtíðar-samfelagið út við atliti til íverksetan og innovatión?


Skráin er henda:

Kl. 13.00 Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin

Kl. 13.10 Poul Michelsen, landsstýrismaður setir dagin

Kl. 13.20 Jógvan við Keldu, samskipari í Vinnulívsráðnum í Klaksvík - Upprunin og tankar aftan fyri Íverksetarahúsið

Kl. 13.35 Jógvan Skorheim, borgarstjóri - Hvat fær ein býur sum Klaksvík burturúr at hava fokus á íverksetan?

Kl. 13.45 Jutta Helgadóttir - Hoyrnin - ein íverksetarasøga

Kl. 14.05 Bjartur Nolsøe, stjóri - Íverksetarahúsið í dag

Kl. 14.20 Kjak um íverksetaramentan og týdningin av íverksetan í Føroyum. Í panelinum sita: Jan Ziskasen, Regin W. Dalsgaard og Árni Skaale

Kl. 14.45 Receptión og netverk

Kl. 15.30 Liðugt


Kl. 14.00 - 18.00 Adventure
Túrur til Kópakonuna

Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna,
og møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.
Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan.
Tilmelding er neyðug til túrarnar á tlf 505707, ella á Facebook JAB adventure.


Gamla Seglhúsið – kl. 14.00 – 19.00
Listaframsýning

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram.

Á framsýningini vera verk eftir: Heðin Kambsdal, Ingálvur av Reyni, Eyðun av Reyni, Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Oliver við Neyst, Øssur Mohr, Torbjørn Olsen, Bergithe Johannesen, Sámal Toftanes, Amariel Norðoy, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Ludvík á Brekku og Finleif Mortensen.

Tað er ókeypis at vitja framsýningina, sum er ein søluframsýning, og hongur uppi frá 13. til 19. februar.

Opið er hvønn dag frá kl. 14.00 til 19.00


Smæran – kl. 15.00
Bergur Jacobsen, prestur – “Barnaminnir á Stongunum”

Bergur er uppvaksin á Stongunum, har nógv lív var í á havnalagnum, og á bedingini og har um vegir. Pápi hansara, Reynhold, var skipasmiður, og var við til at byggja og umvæla nógvar bátar har.

“Vit, sum vóru børn í fimti og sekstiárunum, vóru børn, áðrenn tað bleiv "farligt" at vera barn.  Vit gingu uppií øllum arbeiðinum, og blivu ikki kveistraði burtur – serliga, um vit uppførdu okkum ordiliga. Soleiðis gingu vit eisini í lívsins skúla í okkara gerðandisdegi, og vistu, hvat foreldur okkara arbeiddu við. Uttan iva vóru mammurnar eisini bangnar um børn síni tá. Men, tíðin var ein onnur, og mangt var loyvt, sum er strangliga bannað í dag,” greiðir Bergur Jacobsen m.a. frá í framløgu síni.


Dragin opið skip – kl. 16.00-18.00
Næmingar arbeiða við togverki, spleysa, takla og bensla.


Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.00
Kjakfundur – “Hvat sigur fiskivinnan til uppskotið um fiskivinnunýskipan?”

Kringvarpið sendir beinleiðis í útvarpinum frá kjakfundinum.
Vertir eru Jón Brian Hvidtfeldt og Óluva Zachariassen, har nýggju umboð fyri fiskivinnuna sita við pallborðið.

Í sambandi við Torradagarnar, verður fyriskipaður ein kunnandi pallborðsfundur á Skúlatrøð, har so at siga allir skipabólkar og vinnan sleppa framat.

”Fundurin er at rokna sum ein møguleiki hjá allari fiskivinnuni á sjónum at koma við sínum sjónarmiðum um eina nýggja fiskivinnuskipan fyri Føroyar,” sigur fyriskiparin, Símun Gullaksen.

Fundurin verður sendur beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Teir, ið sita við pallborðið, verða:

1.   Poul Huus Sólstein, Klaksvík (North Pelagic)
2. Hanus Hansen, Klaksvík (Trolarar í Barentshavinum)
3. Kristian Martin Rasmussen, Klaksvík (Nótaflotin)
4. Annfinn Olsen, Fuglafjørður (Nótaflotin/Barentshavið)
5. Dánjal í Skálum, Vestmanna (Partrolarar)
6. Kristian Martin Petersen, Fuglafjørður (Stállínuskip)
7. Tummas Henriksen, Sørvágur (Lemmatrolarar)
8. Janus Knudsen, Saltangará (Trolbátar)
9. Absalon í Buð, Hvannasund (Útróðrarbátar)


Atlantis – Sjónleikurin Landastrokið kl. 19.00

Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú aftur á pall, hesa ferð við sjónleikinum Landastrokið – ein skemtileikur av teimum heilt stóru – hetta í sambandi við, at tey hátíðarhalda 40 ára dagin fyri, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað í 1977.


Spaniastova – kl. 16.00 - 19.00
Søgan um Sjóklædnavirkið

Serligu og væl umtøktu klæðini hjá Sjóklædnavirkinum, sum vóru sniðgivin og seymað har, verða sýnd fram. Myndir verða at síggja frá lýsingum og mótaframsýningum – eisini verður søgan um virkið søgd.


Leygardagur 18. februar

Matiné í Christianskirkjuni – kl. 11.30
Torramatiné leygarmorgunin saman við Klaksvíkar Hornorkestri, sum spæla nøkur løg úr ”Reyðu bók.”

Eisini spæla Andras Sólstein og Jóhanna Johannessen nøkur stykkir fyri horn og urgu.

Aftaná verður boðið til ein drekkamunn og hugnaprát í kirkjukjallaranum.


Gamla Seglhúsið – kl. 14.00 – 19.00
Listaframsýning

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram.

Á framsýningini vera verk eftir: Heðin Kambsdal, Ingálvur av Reyni, Eyðun av Reyni, Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Oliver við Neyst, Øssur Mohr, Torbjørn Olsen, Bergithe Johannesen, Sámal Toftanes, Amariel Norðoy, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Ludvík á Brekku og Finleif Mortensen.

Tað er ókeypis at vitja framsýningina, sum er ein søluframsýning, og hongur uppi frá 13. til 19. februar.

Opið er hvønn dag frá kl. 14.00 til 19.00


Opið atelier, Jústabrekka 2 – Edward Fuglø kl. 14.00 – 20.00
Edward Fuglø, listamaður, letur dyrnar upp í atelieri sínum, har hann sýnir fram listaverk og bøkur, hann hevur skrivað og listprýtt.

 

Niðanfyri Sjúkrahúsið
Torra-renning kl. 14.00

Teinurin er 4,1 km. Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga. Rutan gongur úteftir Klaksvíksvegnum, Stoksoyravegnum, síðani heim eftir Torvgøtu niðan til Víkavegin, eftir Víkavegnum, Vágsheygsgøtu til Fossagøtu, har snarað verður oman til Uppsalagøtu, síðani oman í Vágstún, og so út eftir Klaksvíksvegnum – út til Sjúkrahúsið, har málið er.


Kl. 14.00 - 18.00 Adventure
Túrur til Kópakonuna

Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna og
møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.
Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan
Tilmelding er neyðug til túrarnar á tlf 505707, ella á Facebook JAB adventure.


Spaniastova – kl. 16.00 - 19.00
Søgan um Sjóklædnavirkið

Serligu og vælumtøktu klæðini hjá Sjóklædnavirkinum, sum vóru sniðgivin og seymað har, verða sýnd fram. Myndir verða at síggja frá lýsingum og mótaframsýningum – eisini verður søgan um virkið søgd.

Óluva Klettskarð sigur frá.


Klaksvíkar Sjúkrahús
Sjúkrahúsið hevur opið hús millum 14.00 og 17.00, og øll eru vælkomin.
– Inngongd ímillum Norðoya Røktarheim og Klaksvíkar sjúkrahús.


Kl. 14.00 Heilsucafé
Heilsucaféin letur upp, og ymiskt leskiligt er at fáa í kantinuni.


Kl. 14.30 Heilsucaféin verður sett
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, setur Heilsucaféina; aftaná verður boðið ymiskt heilsugott og leskiligt afturvið.

 

Kl. 14.00 Workshop
Forhøllin
Kom og fáa tær eitt prát við sjúkrarøktarfrøðingar og dietist um m.a. lungnatrupulleikar, sukursjúku, kost, trupulleikar við beinum og ryggjatrupulleikar.


Fysio- og ergoterapiin
Til ber at gera eina konditest, og at máta feittvirðið í kroppinum.


Heilsustovan (2. hædd)
Vit máta virðir, so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur. Til ber eisini at tekna seg til lungafunktiónskanning.


Rannsóknarstovan
Tilmelding til blóðgeva.


Norðara parkeringsøkið
Møguleiki er at síggja útgerðina í sjúkrabilunum.


Kl. 15.00 fyrilestur – í Felagshøllini
Fyrilestur við Regin Olsen, maskinmeistara – Greitt verður frá søguni um læknabátin Medicus.


Kl. 16.00 fyrilestur – í Felagshøllin
Fyrilestur við Hannelenu Jacobsen og Sølvu Joensen – Fyrilesturin snýr seg um heilsugóðan mat.

 

Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 15.00
Søgur av Flemish Cap

Kjartan Kjartanson, stýrimaður, sum hevur siglt nógv, sigur frá.
Sigmar Bláberg, rithøvundur, sum hevur skrivað tvær bøkur um stállínuskipini og í hesum sambandi eisini um Flemish Cap, sigur frá skipum á Flemish Cap – og hesum tíðarskeiði annars.

Gunnar Nolsøe, útvarpsmaður – “Tónleikur, móti og prát frá Flemish Cap.” Gunnar hevur samrøðu við menn, sum hava roynt seg á Flemish Cap.

Zacharias Hammer, lærari, hevur klipt filmsbrot saman, sum vit sleppa at síggja, har sakkønur greiðir frá um myndirnar og hendingar annars av Flemish Cap.

Aftaná verður boðið til ein kaffimunn og sjómansprát av Flemish Cap – Eisini ein brellbita av Flemish Cap (saltfiskasneisar).


Atlantis – Sjónleikurin Landastrokið kl. 19.00
Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú aftur á pall, hesa ferð við sjónleikinum Landastrokið – ein skemtileikur av teimum heilt stóru – hetta í sambandi við, at tey hátíðarhalda 40 ára dagin fyri, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað í 1977.


Leygarkvøld kl. 19.00 - á Gamla seglhúsinum
Saltfiskakvøld á Gamla seglhúsinum

Lagt verður upp til eitt spennandi saltfiskakvøld á Torradøgum í Klaksvík. Borðreitt verður við saltfiski frá Kósini.

Navnframi kokkurin, Gutti Winther, fer at borðreiða við eini rúgvu av spennandi saltfiskarættum, so sum krokettum, suppu, brandade, saltfiskasalati, lippum al pil pil v.m. Harafturat verður okkurt søtt eisini.

Eisini verður ein umfatandi viðkomandi bjórskrá frá Føroya Bjór.

Nakrir gestir koma at greiða frá um ávikavist saltfiskamatmentan, og saltfiskafiskiskapin og tað, sum hevur knýtt seg at hesi mentanini í Føroyum. 

Sí nærri upplýsingar og tilmelding v.m. á: http://www.gamlaseglhusid.fo/saltfiskakvoslashld.html

 – Gjald og tekning álagt.


Spaniastova – leygarkvøldið kl. 22.00
Torraskemt, skrøgg og tónar

Robert & Hilmar Jan skipa fyri torraskemti og skrøggi afturvið góðum tónum og sangi í Spaniastovu.

Alla hesa øldina hava Robert McBirnie og Hilmar Jan Hansen – við tilsamans yvir 95 ára royndum á palli – í felag skemtað, skrøggað, hermt, sungið og spælt fyri túsundtals føroyingum.

Nú kunnu teir so eisini upplivast á palli í Spaniastovu, har teir – bæði saman og hvør sær – borðreiða við eini breiðari viftu av sínum besta undirhaldi.

Atgongumerki á kr. 150,- kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og við dyrnar.


Leskiligu matstovurnar í býnum – hjá Jórun, Fríða, Jacqson og aðrar við – borðreiða í Torravikuni við serligari torra-matskrá, eisini við ymiskum úr fiski.

 

Sunnudagur 19. februar

Christianskirkjan – kl. 11.00
Torraguðstænasta – við altargongd. Hanus á Gørðum, sóknarprestur, prædikar.


Gamla Seglhúsið – kl. 14.00 – 19.00
Listaframsýning

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram.

Á framsýningini vera verk eftir: Heðin Kambsdal, Ingálvur av Reyni, Eyðun av Reyni, Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Oliver við Neyst, Øssur Mohr, Torbjørn Olsen, Bergithe Johannesen, Sámal Toftanes, Amariel Norðoy, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Ludvík á Brekku og Finleif Mortensen.

Tað er ókeypis at vitja framsýningina, sum er ein søluframsýning, og hongur uppi frá 13. til 19. februar.

Opið er hvønn dag frá kl. 14.00 til 19.00


Opið atelier, Jústabrekka 2 – Edward Fuglø kl. 14.00 – 20.00
Edward Fuglø, listamaður, letur dyrnar upp í atelieri sínum, har hann sýnir fram listaverk og bøkur, hann hevur skrivað og listprýtt.


Atlantis – Sjónleikurin Landastrokið kl. 19.00
Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú aftur á pall, hesa ferð við sjónleikinum Landastrokið – ein skemtileikur av teimum heilt stóru – hetta í sambandi við, at tey hátíðarhalda 40 ára dagin fyri, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað í 1977.

 
Leita


Tiltøk
19-11-2017
Guðstænasta
Send tiltak til okkum
Politiskur kalendari
04-12-2017
Havna- og Vinnunevndin, kl. 18.30
04-12-2017
Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, kl. 16.30
05-12-2017
Trivnaðarnevndin "Børn & Ung", kl. 15.00
Tíðindabræv
Melda til/frá tíðindatænastu:
Melda til Melda frá


Klaksvíkar Kommuna  -  Postsmoga 2  -  Nólsoyar Pálsgøta 32  -  710 Klaksvík  -  Tel. 410000  -  Fax. 410001  -  klaksvik@klaksvik.fo