Frípláss

Fíggjarligt frípláss

Borgarar, ið lúka ásettu treytirnar, kunnu søkja um frípláss til barnaansing. Rætturin til frípláss verður roknaður eftir útrokningartalvu frá Almannaráðnum, sum verður dagførd einaferð um árið. 

Umsóknarblaðið til fíggjarligt frípláss finnur tú á sjálvgreiðsluni, og umsóknarblaðið kann eisini takast niður her.

Galdandi lóg um fíggjarligt frípláss sæst her.