Børn og ung

Børn og ung

At menna og búgva børn og ung til væl virkandi menniskju og borgarar í samfelagnum er ein tann fremsta og størsta uppgávan yvirhøvur, og hvørs virði er so stórt, at tað ikki kann gerast upp í peningi. Her er leiklutur myndugleikanna at skapa uppvaksandi ættarliðnum so góðar og mennandi karmar sum gjørligt. Arbeiðið við børnum og ungum tekur útgangsstøði í samtyktu Barna- og ungdómsvirðunum.

Í vinstra bredda finnur tú millum annað upplýsingar um galdandi lógir á økinum, so sum dagstovnalógin og barnaverndarlógin, og her fyriliggur eisini ein stutt frágreiðing um barnaverndarnevndina og –umsitingina, um heilsufrøðingarnar í kommununi, sum arbeiða við børnum, og um tilboð til børn við serligum tørvi.
Her er eisini eitt yvirlit yvir dagstovnarnar í kommununi, og foreldragjøldini á teimum ymsu stovnunum verða somuleiðis upplýst.