Fjarnám og lestrarumhvørvi

Hægri lesnaður

Útbúgving og læring eru grundsteinar undir samfelagsligu menningini. Við hesum í huga ynskir Klaksvíkar kommuna at menna møguleikarnar fyri hægri útbúgving og lestrarumhvørvið í býnum.

Fjarnám

Við adressu í Íverksetarahúsinum á Garðavegi 57, bjóðar Fjarnám vegleiðing og sparring í samband við lesnað og uppgávuskriving. Lestrarvegleiðari er knýttur at Fjarnámi og nútímans tøknilig útgerð skapar somuleiðis umstøður fyri fjarlestri, har tann lesandi kann fylgja undirvísing umvegis alnetið. Harumframt ber til at brúka lestrarhølini í styttri tíðarskeið í samband við eitt nú verkætlanir ella uppgávuskriving. Kunna teg nærri um Fjarnám á heimasíðuni hjá Fjarnámi.

Samstarv við lesandi

Klaksvíkar kommuna er opin og jalig í mun til møguleikar fyri samstarvi við lesandi um eitt nú uppgávuskriving og starvsvenjing. 

Hevur tú sum lesandi ætlanir um at skriva ritgerð ella størri uppgávu, vilja vit fegin samstarva um eitt nú empiriskt tilfar ella uppgávuevni. Klaksvíkar kommuna er arbeiðspláss hjá fleiri hundrað fólkum, sum tilsamans umboða flestallar hugsandi fakbólkar, og tí eru góðir møguleikar fyri starsvenjing hjá teimum, ið eru undir hægri útbúgving. Kommunan hevur somuleiðis reglugerð, sum tryggjar tí lesandi endurgjald fyri ferðaútreiðslur í samband við lestrarsamstarv.