Tíðindi

22.02.2018
Hetta samtykti Býráðið

Klaksvíkar Býráð hevur í kvøld havt fund, har í alt 10 mál vórðu viðgjørd á almennum fundi.

Millum málini, sum vóru til viðgerðar á almennum býráðsfundi í kvøld, vóru eitt nú eftirmeting og dagføring av integratiónspolitikkinum og fleiri dagstovnapláss í nærmastu framtíð.

Fleiri dagstovnapláss sum skjótast

Í tráð við stóra fólkavøksturin og økta barnatalið í kommununi seinastu tíðina, er tørvurin á dagstovnaplássum eisini øktur meira enn væntað. Fyri at stytta um bíðitíðina og nøkta tørvin á dagstovnaplássum, verða umvælingar nú framdar í kjallaranum undir spælistovuni hjá Dagrøktarskipanini á Brekku, soleiðis at tvær spildurnýggjar stovur kunnu lata upp har innan stutta tíð. Stovurnar verða innrættaðar og skipaðar soleiðis, at tær kunnu nøkta skiftandi tørvin á dagstovnaplássum til børn í ymsum aldursbólkum, tær tíðir á árinum, tá tørvurin er størstur.

Av tí at málið verður fíggjað við eykajáttan, hevur tað verið til viðgerð í Býráðnum tvær ferðir, og Í kvøld varð tað sostatt endaliga samtykt og avgreitt frá Býráðsins síðu.

Integratiónspolitikkurin eftirmetast og dagførast

Síðan Klaksvíkar kommuna, sum hin fyrsta í landinum, samtykti ein integratiónspolitikk í 2015, hevur verið arbeitt miðvíst við átøkum til frama fyri integratiónina í kommununi við útgangsstøði í politikkinum. Fyri at tryggja framhaldandi menning á økinum, hevur Býráðið eftir tilmæli frá Integratiónsnevndini samtykt, at integratiónspolitikkurin í næstum verður eftirmettur og dagførdur.

Millum hini málini á býráðsskránni var eisini samtykt at víðka økispart B14 í byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu. B14 er staðsett í Ánunum og fevnir um eitt nú Norðhavnina. Økisparturin er í núverandi byggisamtykt umleið 90.000 fermetrar til støddar, og í kvøld samtykti Býráðið at fara undir tilgongdina við víðkan av økispartinum, og hetta er avgerandi fortreyt fyri framtíðar útbygging í økinum. Til ber at lesa allar almennar býráðssamtyktir á www.klaksvik.fo/samtyktir.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy