Nýggjastu tíðindi

08/03/2018

Starvslýsing: námsfrøðiligur stuðul í Barnaverndartænastuni


Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli á umleið 10 tímar um vikuna til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum

Starv sum stuðul er leyst at søkja og verður sett skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til 6 mðr. við møguleika fyri leingjan.

Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv sum námsfrøðisligur stuðul hjá einum ungdómi.

Arbeiðið umfatar m.a. at hjálpa, vegleiða, stuðla og stimbra ungdóminum og familjuni.

Í starvinum kann væntast nakað av samskifti og samstarv við aðrar samstarvsfelagar. Her verður serliga hugsað um samstarv við familjuna, Barnaverndartænastuna og skúlar.

Vit vænta, at tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur, um tú ert jalig/ur av lyndi, dugir at síggja loysnir fram um forðingar, hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul.

Tað er neyðugt, at tú ert tolin og rúmlig/ur av lyndi, samstundis sum tú megnar at siga frá og vera avgjørd/ur í verki.

Barnaverndartænastan umfatar allar Norðoyggjar og tí er neyðugt at tú hevur koyrikort og bil.

Viðkomandi, ið settur verður, má kunna arbeiða skiftandi tíðir - lagað til tørvin hjá familjunum.

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið er tíðaravmarkað til 6 mðr við møguleika fyri leingjan, og verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Pedagogfelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan, skulu vera Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. mars 2018.

Um neyðugt tilskila vit okkum rætt til ongan av umsøkjarunum at velja.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Urd T. Traðará, sosialráðgeva á telefon +298 410000 ella á t-post: urdt@klaksvik.fo.

Nýtt í kommununi

5.A latið Læknamiðstøðini málningar
22/06/2018

Í morgun vitjaði 5.A av Skúlatrøð á Læknamiðstøðini, har tey lótu fýra málningar, sum flokkurin hevur málað til bíðirúmið á veghæd… Les meira »

Býráðsskráin 21. juni 2018
20/06/2018

Býráðsskráin kann takast niður Her  Býráðsfundurin byrjar kl. 17.30 og til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á… Les meira »

Løtt og ómakaleys avgreiðsla
19/06/2018

Sjálvgreiðslan á heimasíðu okkara ger tað lætt og skjótt hjá tær at avgreiða tíni kommunalu viðurskifti. Videobrotið niðanfyri vís… Les meira »

Vís fleiri