Nýggjastu tíðindi

11/04/2018

Býráðsfundurin verður fluttur


Mánaðarligu fundirnir í Fíggjarnevndini og Býráðnum verða hesaferð fluttir eina viku.

Nevndarviðgerðin av málum í Klaksvíkar Býráð gongur fyri seg í mánaðarliga nevndarumfarinum, sum endar við fundi í Fíggjarnevndini og Býráðnum. Nevndarumfarið í apríl byrjar í komandi viku, men hesaferð verða teir báðir seinastu fundirnir útsettir eina viku. 

Sostatt verður fundurin í Fíggjarnevndini, sum skuldi vera 24. apríl, fluttur til 1. mai, og býráðsfundurin, sum skuldi vera 26. apríl, verður fluttur til 3. mai. 

Yvirlit sæst eisini í politiska kalendaranum á forsíðuni á heimasíðuni www.klaksvik.fo

Nýtt í kommununi

Flaggdagshald
20/04/2018

Mikudagin 25. apríl kl. 14 verður flaggdagshald í Vágstúni. Í hesum sambandi er ongin gjøgnumkoyring frá kl. 13.30 til haldið er l… Les meira »

Áheitan frá IRF um, at øll húsarhald fáa sær ruskstativ
19/04/2018

IRF heitir á allar borgarar í limakommununum um at fáa sær ruskstativ til húsarhaldsruskið – til frama fyri bæði umhvørvi og ruski… Les meira »

Vit og skil í Klaksvíkar kommunu
19/04/2018

Umhvørvisátakið Slóða fyri verður í Klaksvíkar Kommunu frá 13. – 19. mai. Evnið í ár verður "Vit og skil", og høvuðsendamálið er a… Les meira »

Vís fleiri