Tíðindi

25.04.2018
Flaggdagshald

Mikudagin 25. apríl kl. 14 verður flaggdagshald í Vágstúni. Í hesum sambandi er ongin gjøgnumkoyring frá kl. 13.30 til haldið er liðugt.

Grønu og gulu skótarnir skipa saman fyri flaggdagshaldinum, sum verður í Vágstúni mikudagin 25. apríl kl. 14.

Í samband við flaggdagshaldið, verður ikki koyrandi gjøgnum Vágstún frá kl. 13.30 og inntil haldið er liðugt. 

 

Heini Ziska Dahl heldur flaggdagsrøðuna, og skrúðgongan fer av parkeringsøkinum við Norðoya sparikassa yvir í Vágstún kl. 14. Eftir flaggdagshaldið bjóða skótarnir til kaffi í KFUM & K, og har verður eisini mat- og køkutombola.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy