Tíðindi

11.05.2018
Slóða fyri 2018: Her er skráin

Umhvørvisátakið "Slóða fyri" stendur fyri framman og byrjar longu sunnudagin við grønari guðstænastu.

Evnið í ár er burturkast og endurnýtsla, og hetta sæst aftur í skránni, sum umfatar kjakfund um burturkast, skiljing og endurnýtslu, eina framsýning úr ruski og eina útikonsert, har áhoyrarar eru vælkomnir at taka lut við heimagjørdum endurnýtsluljóðførum.

Slóða fyri er nýggja heitið á umhvørvisvikuni í Klaksvík, og endamálið er at eggja borgarum í Klaksvíkar kommunu at ganga á odda í umhvørvismálum. Átakið byrjar við grønari guðstænastu í Christianskirkjuni sunnudagin kl. 11.00, og heldur fram til leygardagin, tá ið hjólvelting, plantutiltak o.a. er á skránni.  

Mikukvøldið verður kjakfundur um burturkast, skiljing og endurnýtslu í Spaniastovu. Luttakarar verða umboð frá Endurnýtsluni í Klaksvík, Ringrás, IRF og Klaksvíkar kommunu, umframt landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Orðstýrari verður Ragnheiður Bogadóttir frá Fróðskaparsetri Føroya. Kjakið fer at taka útgangsstøði í Vit og skil í eina viku, eitt átak har fýra borgarar í kommununi royndu seg við at skilja alt húsarhaldsrusk í eina viku (sí meira um tiltakið á facebooksíðuni Slóða fyri).

Um veðrið er til vildar, verður útikonsert uttan fyri kunningarstovuna fríggjamorgunin, har næmingar á Skúlatrøð og Rakul Ró framføra umhvørvissangin Vit og skil og aðrar barnasangir. Barnagarðar taka eisini lut og áhoyrarar eru vælkomnir at lata seg í endurnýtsluklæði og ikki minst at hava egin endurnýtsluljóðføri við.

Øll skráin sæst við at trýsta her.

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu