News

15.05.2018
Myndarøð: ABC gongutúrur

Hóast regnið argaði eitt sindur var ABC-gongutúrurin út í Grøv bæði hugnaligur og væleydnaður.

Eitt sindur av fólki vóru møtt upp til gongutúrin, sum varð fyriskipaður í samband við umhvørvisátakið Slóða fyri og ABC fyri sálarliga heilsu, sum Klaksvíkar kommuna er partur av. 

ABC snýr seg í høvuðsheitum um trýbýyta boðskapin: ver virkin, ver saman og ver hugbundin, og gongutúrurin var skipaður í hesum andanum. Nú umhvørvisátak er á skránni hesa vikuna, varð rusk heintað upp á túrinum, og hóast ikki so nógv rusk var at síggja, so vóru tað serliga sigarettstubbar, sum fyltu ruskposarnar.

Fleiri onnur áhugaverd tiltøk eru eisini á skrá í samband við Slóða fyri, og til ber at síggja alla skránna her

Other news
11.05.2023

International Sports Day in Klaksvík

26.01.2023

Free ice skating and hot chocolate

24.01.2023

Ground-breaking Citizens Survey for Klaksvík Council

10.10.2022

Faroese as a second language in Kambsdal College