News

17.05.2018
Starvslýsing: Námsfrøðingar til Mylnuhúsið

Spennandi og lívligir gerandisdagar við glaðum børnum, góðum starvsfeløgum og spor pedagogikki. Ljóðar tað sum nakað fyri teg? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Í Mylnuhúsinum eru fýra størv sum námsfrøðingur leys at søkja. Talan er um størv á 30, 33 og 35 tímar um vikuna, og øll verða sett at byrja 13. august 2018.

Um ikki námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað í staðin.

Starvspláss og -innihald

Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og útibarnagørðum, har vit dagliga taka ímóti tilsamans 76 børnum í aldrinum 0 – 7 ár.

Í Mylnuhúsinum er pláss fyri, at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor. Vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum, og vit eru serliga upptikin av sporunum, sum upptaka  børnini.

Okkara námsfrøðiliga arbeiði tekur útgangsstøði í barninum, og sporini nýta vit til at leggja verkætlanir, aktivitetir og spæl í gerandisdegnum til rættis.

Sum starvsfólk í Mylnuhúsinum skalt tú tí seta teg inn í spor pedagogikk. Hendan tilgongdin krevur forvitni og áhuga fyri námsfrøðiliga arbeiðnum, og tí er tað umráðandi, at tú hevur opið sinn.

Harumframt er neyðugt vera opin fyri nýhugsan, at síggja møguleikar fram um mørk og at virka fyri góðum samstarvi við foreldur og starvsfelagar.

Lønar- og setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya pedagogfelag.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Maju Højsted, leiðara á tlf. 457788 ella 237710.

Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. juni 2018, og skulu stílast til:

Mylnuhúsið

Mylnugøta 10

700 Klaksvík                                           

mylnuhusid@mylnuhusid.fo

Other news
11.05.2023

International Sports Day in Klaksvík

26.01.2023

Free ice skating and hot chocolate

24.01.2023

Ground-breaking Citizens Survey for Klaksvík Council

10.10.2022

Faroese as a second language in Kambsdal College