News

17.05.2018
Starvslýsing: Deildarleiðari til Heimið við Vágna

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir dugnaligum deildarleiðara at byrja 15. juni 2018 í fulltíðarstarvi.

Starvið sum deildarleiðari krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur og góðan leiðsluførleika.

Starvsinnihald

Sum deildarleiðari verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH, og kemur at hava ein týðandi leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.

 Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfakligum samstarvi – við støði í visjónini hjá NBH. Tú kemur í samband við ymiskar starvsbólkar, brúkarar við ymiskum tørvum og teirra avvarðandi. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.

Hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, og tí verður eisini væntað, at leiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum.

Á Heiminum við Vágna eru 24 búpláss. Ovara hæddin er skipað sum tvær búeindir, átta búfólk í hvørjari eind. Eindin á niðaru hæddini verður nýtt til umlætting, har málið er at stuðla heimabúgvandi brúkarum til eitt so virkið lív sum gjørligt í egnum heimi - hóast førleikatarn. Tørvurin og virksemið setur sostatt krøv til fleksibilitet í mun til at loysa og møguliga broyta arbeiðsuppgávur.

 

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu

Á heimasíðuni http://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofil og setanartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, leiðara fyri NBH, á tel. 410000, yrkadagar millum kl 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 4. juni 2018.

 

 

 

Other news
11.05.2023

International Sports Day in Klaksvík

26.01.2023

Free ice skating and hot chocolate

24.01.2023

Ground-breaking Citizens Survey for Klaksvík Council

10.10.2022

Faroese as a second language in Kambsdal College