Tíðindi

24.05.2018
Trivnaðarnevndin á vitjanarrundferð

Beinta Klakstein, Signhild V. Johannesen, Tummas Lervig, Herfrí J. Sørensen og Beinir Johannesen, øll limir í Trivnaðarnevndini børn og ung, vóru í gjár á vitjan á ymiskum deildum og stovnum innan trivnaðarøkið.

Tilboðini, tænasturnar og arbeiðsplássini á kommunala trivnaðarøkinum eru rættiliga nógv í tali, og seinastu tíðina eru fleiri nýggj høli tikin í nýtslu, umframt at fleiri onnur eru ávegis. Á vitjanarrundferð í dag vóru trivnaðarnevndarlimir á gátt hjá tilsamans sjey ymiskum stovnum og deildum, sum eru staðsett á samanlagt fimm ymiskum adressum.

- Tað er fantastiska áhugavert og gevandi hjá okkum býráðslimum at koma út á deildir og stovnar, og at síggja karmarnar og virksemið í gerandisdegnum, sigur Beinta Klakstein, trivnaðarnevndarforkvinna eftir dagsins vitjanir.

Allir aldurs- og brúkarabólkar

Rundferðin byrjaði í Atlantis, har ungdómshúsið flytir inn eftir summarfrítíðina. Eftir góð 12 ár í gamla Norðoya banka, fer ungdómurin nú at flyta nærri miðbýar- og skúlaøkinum, har eisini nógv frítíðartilboð í býnum eru staðsett nærhendis. Húsið verður staðsett í niðastu og ovastu hædd, meðan biografvirksemið í miðhæddini heldur fram. Ungdómshúsið er tilboð til børn og ung, sum í tveimum aldursbólkum tilsamans fevna allan vegin frá 3. flokki og upp til 18 ára aldur.

Eftir hetta vitjaðu nevndarlimirnir í talvhúsinum Skákið, har serstova tilhoyrandi frítíðarskúlan Snjallubjallu fyri stuttum lat upp. Snjallabjalla er frítíðarskúlatilboð til 1. og 2. flokk, og nýggja serstovan er staðsett heilt nær móðurstovninum, soleiðis at gott samband og samstarv er millum deildirnar báðar.

Síðan gekk leiðin niðan í nýggju dagstovnadeildina, sum skjótt verður klár á niðastu hædd undir spælistovuni á Brekku. Veghæddin verður í løtuni innrættað til fleksibul dagstovnapláss, sum eru ætlaði til fyribils nýtslu tær tíðir á árinum, tá tørvurin á plássum er størst. Barnatalið og harvið tørvurin á dagstovnaplássum er vaksin nógv seinastu árini, og nýinnrættaða hæddin á Brekku gevur rúm fyri tveimum stovueindum, sum bæði kunnu innrættast sum vøggustovur og barnagarðsstovur, alt eftir, hvør tørvurin er. Nýggja dagstovnaeindin verður skipað undir somu leiðslu, sum dagrøktaskipanin, sum hevur leiðaran staðsettan í ovaru hædd í sama bygningi.

Stutt fyri døgurða vitjaðu nevndarlimirnir tvær tær niðastu hæddirnar hjá Nema á Stangavegi 53, har Barnaverndartænastan, Námsfrøðiliga ráðgevingin og Sernám nýliga eru flutt inn. BVT og NR eru kommunalar tænastur, meðan Sernám er almennur stovnur við deild í Klaksvík, og tilsamans veita deildirnar eina víttfevnandi tænastu til børn, ung og avvarðandi í øllum Norðoyggjum.

Seinasta stað á rundferðini var Umsorganarheimið Gloria, sum lat upp herfyri. Í umsorganarheiminum eru samanlagt átta búpláss til fólk við ymiskum avbjóðingum. Umsorganarheimið Gloria er sjálvsognarstovnur, sum Klaksvíkar kommuna saman við øðrum veitir rakstrarstuðul. Í løtuni hava seks persónar bústað á umsorganarheiminum.

- Innlitsgevandi rundferð

Trivnaðarnevndarforkvinnan er væl nøgd við vitjanarrundferðina og leggur afturat, at nevndin eisini framyvir ynskir at koma út og vitja fleiri deildir og stovnar.

- Tilsamans fevnir trivnaðarøkið um ómetaliga nógvar tænastur, sum í veruleikanum kunnu fylgja borgarunum heilt úr vøggu til grøv, tá vit eisini rokna eldraøkið uppí. Og fyri okkum býráðslimir er tað sjálvandi innlitsgevandi at koma út og síggja karmarnar og práta við starvsfólk og brúkarar av øllum hesu mongu tænastunum, sigur Beinta Klakstein. Hon leggur afturat, at í hesum umfari fevndu vitjanirnar serliga um nøkur av teimum nýggju hølunum á trivnaðarøkinum, men at nevndin eisini ynskir at koma runt til aðrar stovnar og deildir.  

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy