Tíðindi

25.05.2018
Fíggjarligt frípláss: her eru umsóknarfreistirnar

Foreldur, ið lúka ásettu treytirnar, kunnu søkja um fíggjarligt frípláss á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktaskipanini.

Treytin fyri fríplássi fylgir útrokningartalvu frá Almannaráðnum, sum verður dagførd árliga. Umsóknin um frípláss skal endurnýggjast hvørt ár við nýggjari umsókn, og freistin fyri endurnýggjan er 1. juli.

Nýggjar umsóknir um frípláss skulu fyllast út og sendast kommununi í sama mánaða, sum barnið byrjar á stovninum, t.e., um barnið t.d. byrjar hálvan august, skal umsóknin vera kommununi í hendi innan 31. august.

Til ber at senda umsóknina, og harumframt kunna seg nærri um treytir og útrokningartalvu á www.klaksvik.fo/friplass.

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku