Tíðindi

25.05.2018
Ung í arbeiði: samrøður verða hildnar í komandi viku

Endaliga tilmeldingin til Ung í arbeiði er í ár treytað av, at ungi arbeiðstakarin møtir upp til samrøðu í Verkstovuni í døgunum 28. – 31. mai.

Sum nakað nýtt verða samrøður í ár hildnar við tey, sum hava meldað seg til Ung í arbeiði. Endamálið við samrøðuni er at finna best samansetingarnar millum ungu arbeiðstakararnar og tey arbeiðsplássini, sum eru við í verkætlanini.

Durita Samuelsen, samskipari sigur, at samrøðurnar eisini skulu eggja ungu arbeiðstakarunum til sjálvi at fyrihalda seg til avgerðina um at melda seg til Ung í arbeiði, og harafturat gera sær nakrar tankar um tað at taka lut á arbeiðsmarknaðinum.

- Hjá nógvum av teimum 15-16 ára gomlu kann Ung í arbeiði verða allarfyrsta fetið út á arbeiðsmarknaðin, og hesar fyrstu arbeiðsroyndirnar hava stóran týdning fyri, hvussu arbeiðsmoralur, vitan og hugburður mótvegis arbeiðslívinum verður, tí hvør minnist ikki sítt fyrsta arbeiði? So fyri at allir partar skulu fáa sum mest burturúr verkætlanini, halda vit samrøður við tey ungu, har vit spyrja nakrar heilt einfaldar spurningar um royndir, áhugamál og eisini um, hví tey hava valt at melda seg til, sigur Durita Samuelsen.

Fyrst til myllu

Samrøðurnar verða hildnar í Ung í arbeiði Verkstovuni, sum er staðsett í hølunum hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag á Kirkjubrekku 11. Samrøðurnar verða hildnar frá mánadegnum 28. til og við hósdagin 31. mai, kl. 15 - 18. Tey tilmeldaðu kunnu sostatt sjálvi velja, nær tey koma í Verkstovuna til samrøðu, og raðfylgjan verður skipað eftir fyrst til myllu-regluni.

Samrøðan er á leið 10 minuttir til longdar, og umframt unga arbeiðstakaran sjálvan eru Durita Samuelsen, samskipari og Deirdre Hansen, lestrarvegleiðari á Fjarnámi við til samrøðuna. Endaliga tilmeldingin til Ung í arbeiði er kravd av, at tann tilmeldaði møtir upp til samrøðuna.

Til ber at lesa meira um Ung í arbeiði á www.klaksvik.fo/uia, og til ber eisini at venda sær til Duritu Samuelsen, samskipara á uia@klaksvik.fo. Harafturat er Ung í arbeiði eisini á Instagram, so har ber eisini til at fylgja við @uiaklaksvik.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy