Tíðindi

05.12.2017
Hond tikin um parkeringstrupulleikan

Avtala er gjørd millum Ansni, løgregluna og Klaksvíkar kommunu um, at Ansni tekur sær av parkeringseftirlitinum í Klaksvíkar kommunu frá komandi viku at rokna. Talan er í fyrstu syftu um eina royndartíð upp á eitt hálvt ár.

Seinastu á leið 10 árini hava klaksvíkingar vant seg við at hava parkeringsvørð, og síðan John B. Hansen, sáli fór úr starvinum, hevur verið arbeitt við, hvussu parkeringseftirlitið skal umsitast framyvir. Eftir tilmæli frá løgregluni og avvarðandi nevndum í Býráðnum, roynir kommunan nú nýggja leið í eina royndartíð, har Ansni við heimild frá fútanum røkir uppgávuna sum parkeringsvørður.

Formaðurin í Teknisku nevnd, Óli M. Lassen, sum eisini umboðar Býráðið í Ferðslunevndini, fegnast um, at eftirlit nú aftur verður við parkeringunum í kommununi.

- Sjálvt um tað er ein uriaspostur at skriva út parkeringsbøtur, so haldi eg, at vit øll hava sannað, hvussu gott og týdningarmikið tað er at hava eftirlit við parkeringunum í býnum, og nú royna vit so eina loysn, har Ansni røkir uppgávuna við heimild frá fútanum. Við hesum leistinum tryggja vit okkum, at fleiri hendur og eygu altíð eru til at loysa uppgávuna, heldur enn at arbeiðið er tengt av einstøkum persónum, sigur Óli M. Lassen.

Avtalan millum Ansni, løgregluna og Klaksvíkar kommunu byrjar sum nevnt við eini hálvt-ára royndartíð, og parkeringsvørðarnir hjá Ansni byrja at útskriva bøtur í komandi viku.

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu