News

28.11.2017
Norðurjól, jólatrø og ferðslan komandi vikuskiftið

Dagføring: Jólatrøini í bygdunum verða tendrað í viku 49.

Leygardagin er Norðurjól á skránni í Vágstúni, har jólatræið eisini verður tendrað. Her kanst tú lesa meira um skránna leygardagin, hini jólatrøini í kommununi og ferðslubroytingar í samband við Norðurjól.

Aftur í ár bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum til stóra ókeypis tiltakið Norðurjól, sum Visit Norðoy samskipar fyri kommununa. Pallur og tjøld verða sett upp á økinum, har møguleiki verður at hoyra livandi jólatónleik, og at vitja sølubásarnar, sum í ár eru á tremur við føroyskum rávørum og føroyskum sniðhondverki. Eisini verður heit suppa, gløgg o.a. til keyps.

Ferðslubroytingar
Í samband við tiltakið verður Vágstún stongt fyri gjøgnumkoyring frá fríggjadegnum 1. desember kl. 13.00 til leygardagin 2. desember kl. 22.00. Broytingin sæst á myndini niðanfyri.

Visit Norðoy samskipar tiltakið fyri Klaksvíkar kommunu, og vegleiðandi skelti verða sett upp í økinum.

Jólatrøini í kommununi

Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin 2. desember kl. 15.30.

Andras Sólstein, savnsleiðari heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Jólatræið í Ánunum verður tendrað mikukvøldið 6. desember kl. 17.00
Ove Frederiksen, stýrimaður heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mikukvøldið 6. desembur kl. 19.00
Røða verður hildin – ein Kaffimunnur er at fá, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir


Kalsoy

Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 7. desember kl. 18.00
Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 7. desember kl. 19.00
Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið 7. desember kl. 20.00
Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið 7. desember kl. 20.30
Markus í Norðnastovu, bóndi heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 21.30 – bussur er við í ferðini.

Svínoy

Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 9. desember kl. 16.00
Poul Sivar Olsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30

Other news
11.05.2023

International Sports Day in Klaksvík

26.01.2023

Free ice skating and hot chocolate

24.01.2023

Ground-breaking Citizens Survey for Klaksvík Council

10.10.2022

Faroese as a second language in Kambsdal College