Nýggjastu tíðindi

11/06/2018

Vegir og gongubreytir høga raðfesting


-Viðlíkahald og betran av vegakervinum í kommununi er eitt áhaldandi arbeiði, sum vit raðfesta høgt, sigur Óli M. Lassen, formaður í Ferðslunevndini og Teknisku nevnd.

Vegadeildin hjá kommununi arbeiðir hvønn dag við at viðlíkahalda og betra um vegirnar og gongubreytirnar í kommununi.

Fyri stuttum vórðu gonguteigarnir á Nólsoyar Pálsgøtu uppmerktir og málaðir av nýggjum, vegastrekkið á Gerðagøtu frá rundkoyringini og niðan til Tummas Thomsen er júst asfalterað, og í løtuni verður eisini arbeitt á Garðavegnum, har gongubreyt verður gjørd frammi við vegnum.

Øll átøkini eru partur av samlaða vegarbeiðnum, sum snøgt sagt snýr seg um at betra um ferðslutrygdina og samstundis gera býin og alla kommununa vakrari.

- Sum heild hava vit nógvar bóltar í luftini í senn, men í stóru heildini snýr tað seg jú heilt einfalt um at gera Klaksvík betri, tryggari og vakrari. Nógv av tí vegarbeiðnum, sum sæst runt í býnum, hongur jú eisini saman við øðrum tingum, sum arbeitt verður við. Eitt nú er Gerðagøta nú asfalterað frá rundkoyringini og niðan til Tummas Thomsen, og írestandi parturin av Gerðagøtu verður so tikin við í nýggju ferðsluloysnina á Skúlatrøð. Tað arbeiðið fer at byrja í næstum, so tað vil siga, at øll Gerðagøta, sum helst er mest sentrali vegur í øllum býnum, verður ordiliga dagførdur nú, sigur Óli M. Lassen.

Tá gongubreytin á Garðavegnum er liðugt gjørd, skal vegurin har eisini fresast og asfalterast av nýggjum, og sum heild hevur tað stóran týdning fyri formannin, at arbeiðið verður væl frágingið.

- Fyri heildarmyndina hevur tað alstóran týdning, at arbeiðini, sum vit byrja uppá, eisini verða gjørd ordiligt liðug. Tað inniber eisini merking, máling og seinastu snøklarnar í vegarbeiðnum, so tað leggja vit stóran dent á, sigur Óli M. Lassen at enda.

Nýtt í kommununi

5.A latið Læknamiðstøðini málningar
22/06/2018

Í morgun vitjaði 5.A av Skúlatrøð á Læknamiðstøðini, har tey lótu fýra málningar, sum flokkurin hevur málað til bíðirúmið á veghæd… Les meira »

Býráðsskráin 21. juni 2018
20/06/2018

Býráðsskráin kann takast niður Her  Býráðsfundurin byrjar kl. 17.30 og til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á… Les meira »

Løtt og ómakaleys avgreiðsla
19/06/2018

Sjálvgreiðslan á heimasíðu okkara ger tað lætt og skjótt hjá tær at avgreiða tíni kommunalu viðurskifti. Videobrotið niðanfyri vís… Les meira »

Vís fleiri