Tíðindi

15.06.2018
Ung í arbeiði: fáa svar mánadagin

60 ungir arbeiðstakarar fara til arbeiðis sum partur av Ung í arbeiði í ár. Mánadagin verður svarskriv sent teimum ungu við boðum um, hvar og nær tey skulu til arbeiðis.

Arbeiðsplássini eru nú útlutaði teimum ungu luttakarunum, og mándagin 18. juni verður svarskriv sent øllum, sum eru við í Ung í arbeiði 2018. Tveir dagar seinni – mikudagin 20. juni, verður opið hús í Verkstovuni, har allir partar, arbeiðstakarar, - gevarar, foreldur og onnur áhugað, kunnu hittast og fáa svar uppá møguligar spurningar í samband við Ung í arbeiði. Samstundis er hetta gott høvi hjá teimum áhugaðu at síggja Verkstovuna, sum verður høvuðsstøð hjá Ung í arbeiði í summar.

Kunnað verður, tá ið Verkstovan í kjallaranum í Kirkjubrekku 11 hevur opið hús, mikudagin 20. juni kl. 16-18.

Fyrsti arbeiðsdagur í Ung í arbeiði verður mánadagin 2. juli, og arbeiðsvikurnar halda fram inntil 10. august.

Tilgongdin hilnast væl higartil

Ung í arbeiði verður skipað eftir nýggjum leisti í ár, og higartil hevur verkætlanin fingið góða móttøku, bæði hjá teimum ungu og hjá privatu vinnuni, sum í ár eisini leggur arbeiðspláss til.

Eftir umsóknarfreistina 15. mai vóru tey ungu til samrøðu í Verkstovuni, og hareftir vórðu tey endaliga tilmeldaði verkætlanina. Tá komið var á mál við hesum, vóru 60 ung tilmeldaði Ung í arbeiði 2018, og hetta talið er í tráð við tað, sum samskiparin hevði vónað.

- Talið av ungum er áleið tað sama, sum undanfarin ár, sjálvt um tilmeldingargongdin hevur verið nakað øðrvísi, og tað haldi eg, at vit kunnu vera væl nøgd við, serliga tí, at øll, sum hava meldað til og lúka treytirnar, sleppa til arbeiðis. Sum nakað nýtt hava vit tætt samstarv við privata vinnulívið, sum eisini leggur arbeiðspláss til verkætlanina í ár, og higartil er tað samstarvið jaligt og merkt av vælvild, so tað er ordiliga gott. Og við tað, at tey ungu hava verið til samrøðu, so hava vit havt betri møguleika fyri at útluta arbeiðsplássini, soleiðis at áhugamálini hjá teimum ungu og tørvurin hjá arbeiðsgevarunum hóska saman, sigur Durita Samuelsen, samskipari.

Kynsbýtið millum tey 60 ungu er rættiliga javnt, nevniliga 31 dreingir og 29 gentir. Arbeiðsplássini eru í ár eisini í privatu vinnuni umframt kommunal arbeiðspláss, og eisini her er rímiliga javnt býtt – 25 arbeiðspláss eru hjá tí privata, meðan 35 eru á deildum hjá Klaksvíkar kommunu.

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu