Nýggjastu tíðindi

05/07/2018

Nýggja stovueindin í spælistovuni tekur skap


Nýggja stovueindin hjá Dagrøktini, sum skal lata upp, tá bráðfeingistørvur á plássum kemur fyri, húsast í niðaru hæddini á Brekku 36.

Spælistovan hjá Dagrøktini heldur vanliga til í ovaru hæddini, men í dag hava børnini fingið møguleika at royna nýggju, snotiligu hølini í niðaru hædd. Í nýggju eindini verða tvær stovur, og virksemið verður tillagað við atliti til barnsins aldur.

Børnini hugnaðu sær, og tóktust væl nøgd við umstøðurnar.

Nýtt í kommununi

Fundur á Skúlatrøð um útskifting av Uppsalahaga
29/06/2018

Mánadagin 16. juli 2018 kl. 17.00 bjóðar Umhvørvisstovan til fund á Skúlatrøð. Til viðgerðar verður býti av Uppsalahaga. Um viðra… Les meira »

Uppmøtingin hjá býráðslimum
29/06/2018

Her ber til at síggja yvirlit yvir uppmøtingina hjá býráðslimunum í Klaksvíkar Býráð fyrra hálvár 2018. Les meira »

Myndir: Ferðin hjá súkkluliðnum er byrjað
28/06/2018

Í fagrasta veðri fór ferðaliðið við Team Rynkeby súkklarunum í morgun longu leiðina úr Klaksvík til París. Les meira »

Vís fleiri