Nýggjastu tíðindi

03/08/2018

Býarbussurin og ferðslan í komandi viku


Summarfestivalurin stendur fyri durum 15. árið á rað, og vit gleða okkum til enn ein fantastiskan festival. Eins og undanfarin ár verður ferðslan kring miðbýarøkið umskipað í samband við festivalin.

Fyrireikingarnar til Summarfestivalin byrja at ávirka ferðsluna mánadagin 6. august, og broytingarnar eru galdandi alla festivalvikuna. Koyrandi verður aftur sum vanligt mánamorgunin 13. august.

Í tíðarskeiðnum, meðan ferðslan er umskipað, koyrir Býarbussurin hjá kommununi ikki. Bussarnir hjá Bygdaleiðum steðga bert við steðgistøðini á Borðoyarvík, eisini leið 500 (Klaksvík - Viðareiði) og 504 (Klaksvík - Kunoy).

Trýst her fyri at síggja ferðslubroytingarnar.

Klaksvíkar kommuna heitir á øll um at vísa varsemi í ferðsluni, og ynskir somuleiðis øllum ein góðan Summarfestival.

Nýtt í kommununi

Myndarøð: móttøka í Húsinum
17/08/2018

Í gjár var almenn móttøka í samband við, at Húsið nú letur upp í nýggjum hølum í Bøgøtu. Les meira »

Sjómannadagurin leingi livi
16/08/2018

Ein heilsan frá borgarstjóranum í samband við Føroya sjómannadag. Les meira »

Sjómannadagsvikan væl byrjað
15/08/2018

Føroya sjómannadagur setur sín dám á alla hesa vikuna, og í gjár var enn eitt væleydnað tiltak í Miðhøllini á Skúlatrøð. Les meira »

Vís fleiri