Nýggjastu tíðindi

03/08/2018

Bussamband í Kalsoynni til hvønn túr hjá Sam


Komandi tvær vikurnar verður bussamband millum Syðradal og hinar bygdirnar í Kalsoynni til hvønn túr hjá Sam undantikið seinasta tilkallingartúrin kl. 22.15 úr Klaksvík hvørt kvøld.

Ferðafólkatalið millum Klaksvík og Kalsoynna er vaksið nógv og skjótt seinastu árini, og hetta setur eisini vaksandi krøv til samferðsluviðurskiftini á leiðini og í millum bygdirnar í Kalsoynni.

Síðan Kópakonan kom at standa í fjøruni í Mikladali, hevur hon, saman við vøkru náttúruni og hugnaliga umhvørvinum í Kalsoynni sum heild, drigið ferðafólk í hópatali til sín úr nær og fjar. Hetta økir sjálvsagt um ferðsluna til og í oynni, og tá bussamband ikki er til allar túrarnar, kemur tað meira enn so fyri, at pláss ikki er fyri øllum bilunum í bíðirøðini umborð á Sam.

Klaksvíkar kommuna hevur saman við staðbundnu nevndunum, Visit Kalsoy og øðrum leingi verið í samband við Strandferðsluna fyri at loysa avbjóðingarnar við ferðsluni til Kalsoynna og millum bygdirnar, og tørvurin er helst allar størstur um hesa tíðina, tá Summarfestivalurin er í nánd og nógv fólk nýta høvið at vitja í oynni. Tí hevur Klaksvíkar kommuna tikið stig til, at bussamband verður til hvønn túr hjá Sam á Syðradal komandi fjúrtan dagarnar.

Byrjað verður beinavegin, tí longu hetta vikuskiftið kann væntast nógv ferðsla, tí Kópakonan hevur fýra-ára føðingardag og eisini skipar Mikladals sóknar fráhaldsfelag fyri sínum árliga summartiltaki. Í komandi viku er Summarfestivalurin so á skránni, og royndirnar vísa, at nógv eisini nýta hetta høvið til at vitja Kalsoynna.

Bussurin, sum hevur pláss fyri 19 fólkum, fer sum nevnt at koyra millum Syðradal og hinar bygdirnar í oynni í samband við hvønn túr hjá Sam, undantikið seinasta tilkallingartúrin kl. 22.15 úr Klaksvík. Í fyrstu atløgu verður hetta galdandi í tvær vikur, frá í morgin, leygardagin 4. august til og við sunnudagin 19. august, men vónandi verður talan um eina varðandi loysn, sum kommunan og umboðini úr Kalsoynni so leingi hava arbeitt fyri at fáa semju um við Strandferðsluna.

Nýtt í kommununi

Myndarøð: móttøka í Húsinum
17/08/2018

Í gjár var almenn móttøka í samband við, at Húsið nú letur upp í nýggjum hølum í Bøgøtu. Les meira »

Sjómannadagurin leingi livi
16/08/2018

Ein heilsan frá borgarstjóranum í samband við Føroya sjómannadag. Les meira »

Sjómannadagsvikan væl byrjað
15/08/2018

Føroya sjómannadagur setur sín dám á alla hesa vikuna, og í gjár var enn eitt væleydnað tiltak í Miðhøllini á Skúlatrøð. Les meira »

Vís fleiri