Tíðindi

15.08.2018
Sjómannadagsvikan væl byrjað

Føroya sjómannadagur setur sín dám á alla hesa vikuna, og í gjár var enn eitt væleydnað tiltak í Miðhøllini á Skúlatrøð.

Læruríkar og áhugaverdar framløgur og fyrilestrar eru á skránni flestu kvøldini í sjómannadagsvikuni, og í gjár vóru tvær slíkar á skránni í Miðhøllini. Bogi Jacobsen, stjóri á uppisjóvarvirkinum Varðanum Pelagic á Tvøroyri legði fyri við framløgu undir heitinum "Úr øskuni inn í framtíðina", har hann greiddi frá lagnudegnum 9. juni 2017, tá virkið á Tvøroyri brendi í størsta eldi í føryskari søgu. 

Framløgan hjá Boga snúði seg eisini um endurbyggingina av Varðanum Pelagic og framtíðarætlanirnar fyri virkið.

Eftir hetta legði Jógvan Skorheim, borgarstjóri fram um aktuellar verkætlanir hjá kommununi, eitt nú nýggja vinnuøkið á Borðoyarvík, nýggi miðbýurin og onnur átøk, sum eru við til at menna býin og bygdirnar í kommununi. 

Umframt framløgur var eisini høvi at uppliva nýggja miðbýin í tykisveruleika (virtual reality), og harafturat var drekkamunnur við smákøkum eisini at fáa. Heilt fitt av fólki møtti til tiltakið, sum í heila tikið var væleydnað. 

Í kvøld er fiskivinnuting á skránni í Miðhøllini, og skráin fyri Føroya sjómannadag koyrir víðari alla vikuna út. Til ber at kunna seg nærri um skrá og tiltøk her.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy