Tíðindi

16.08.2018
Sjómannadagurin leingi livi

Ein heilsan frá borgarstjóranum í samband við Føroya sjómannadag.

Armarnir eru knapt komnir niður aftur eftir væleydnaða Summarfestivalin farna vikuskiftið, og okkara vakri býur er so smátt farin at líkjast sær sjálvum aftur. Men veitslurómurin er ikki av enn, tí nú stendur Føroya Sjómannadagur fyri framman, og tað merkir enn meira stuttlig, hugnalig og lærurík samvera fyri alla familjuna, beint her í fiskivinnuhøvuðsstaðnum.

Tá fyrireikararnir á fyrsta sinni diskaðu upp við Sjómannadegnum, var tað eitt fyndargott og forvitnisligt hugskot. Skráin, sum tá bjóðaði eitt nú morgunkaffi frammanfyri egningarskúrarnar á Stongunum og FM í egning og eplaflysing, mundi fáa smílið fram hjá nógvum okkara. Tað var stuttligt funnið uppá og tað var ókeypis at vitja. Tað var snøgt sagt genialt. Og tá mannamúgvan stóð sum sild í tunnu á Stongunum, klár at fagna og dyrka sjóvinnuna hendan fyrsta Sjómannadagin, varð øllum greitt, at fyrireikararnir høvdu rakt plett. Sjómannadagurin hevði harvið fest seg í hvørt einasta hjarta hjá sjómonnum og landkrabbum, børnum og vaksnum.

Nógv er hent á sjógvi og landi, síðan hendan fyrsta Sjómannadagin, og tiltakið hevur sanniliga eisini verið fyri broytingum og menning frá ári til ár. Skráin hevur seinastu mongu árini fevnt um tað mesta av eini viku við framløgum, fyrilestrum og tiltøkum av ymsum slag. Fiskikappingin og vatnkríggið eru eisini blivin føst siðvenja fríggjakvøldið fyri stóra brakið, og soleiðis verður sjálvandi aftur í ár. Sum heild kunnu vit øll gleða okkum til eina frálíka áhugaverda skrá, sum fer at gera okkum klókari og mettari – ja, í nógvar mátar ríkari.

Sum kommuna eru vit fegin og errin av at leggja karmar til eitt so stórsligið tiltak sum Føroya Sjómannadag. Men okkara lutur er lítil, samanborin við ta ovurstóru vælvild, vinnulívið vísir tiltakinum. Frá fyrsta degi hevur vinnulívið í lokalumhvørvinum verið fúsur viðleikari uppá allar mátar, og hendan vælvild og hetta samstarv millum fyrireikarar, áhugabólkar, stovnar og vinnuna prógvar, hvussu nógv okkara ymsu leiklutir kunnu geva hvørjum øðrum og samfelagnum sum heild.

Hesum hevur Føroya Sjómannadagur staðið fyri síðan fyrsta dag, og gævi, at so verður í nógv ár afturat, tí hann manifesterar og minnir okkum á nakað av tí vakrasta her í lívinum, nevniliga samveru og virðing fyri hvørjum øðrum og tí ríku náttúruni, sum er okkara lívsgrundarlag.

Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, við ynskjum um ein avbera góðan Sjómannadag.

Jógvan Skorheim

Borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku