Tíðindi

14.12.2017
Carl Jóhan fekk fyrsta kortið

Myndin hjá Carl Jóhan Kjølbro varð kosin vinnari av myndakapping hjá Klaksvíkar kommunu í heyst, og í dag handaði borgarstjórin vinnaranum fyrsta kortið.

Í heyst skipaði Klaksvíkar kommuna fyri myndakapping, har øll kundu senda inn teirra lýsing av Klaksvík í eini mynd. Millum tær 59 innkomnu myndirnar varð tann hjá Carl Jóhan kosin vinnari, og í dag handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri Carl Jóhan fyrsta kortið. 

Í samband við, at vinnandi myndin varð kosin og kunngjørd, segði borgarstjórin soleiðis um myndina: 

- Umframt at vera vøkur í litum, uppseting og motivi, so fortelur myndin søguna um sambandið millum sjógv og land, vinnu og bý. Harumframt sæst sólin rísa upp yvir býin og ljós verður varpað á nýggja miðbýarøkið, sum eisini er við til at menna samleikan hjá kommununi. 

Sjálvur hevði Carl Jóhan ikki væntað at vunnið kappingina. Myndina tók hann á veg á trygdarskeið hjá Sjónámi í november í fjør.

- Hatta var ein avbera vakur morgun, so eg helt hatta vera eina stuttliga mynd at taka á kajini, og eg kom beinaveg í tankar um hasa myndina, tá ið eg las um kappingina, men eg hevði slett ikki væntað at vinna, segði Carl Jóhan Kjølbro. 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy