Tíðindi

20.12.2017
Hornorkestrið er Ársins rósa 2017

Tá ið Jólaskipið hevði lagt at úti í Klaksvík í gjár, handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri Klaksvíkar hornorkestur heiðurslønina Ársins rósa 2017.

Ársins rósa 2017 er hin fjúrtanda í røðini, og hesaferð varð heiðurin latin Klaksvíkar hornorkestur fyri trúfasta og savnandi tænastu seinastu 67 árini, síðan felagið varð stovnað.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt í samband við avdúkingina:

"Góðu jólamenn, hjartaliga vælkomnir til Klaksvíkar!

Tað er deiligt at síggja tykkum aftur í ár.

Vit hava øll glett okkum ómetaliga nógv til, at tit skuldu koma.

Og góðu tit øll somul, børn og vaksin, túsund takk fyri, at tit eru komin út í kvøld at taka so væl ímóti jólaskipinum.

Hendan løtan hevur longu verið heilt fantastiska hugnalig og stuttlig.

Tit jólamenn eru altíð stuttligir at fáa til býin, tí tit seta ein fantastiskan dám á stemningin.

Tað er líka við, at jólini ikki ordiliga kunnu koma, fyrr enn Jólaskipið hevur lagt at kajini.

Og nú tit eru komnir, ja so kenna vit jú øll á okkum, at jólini veruliga nærkast.

***

Jólini snúgva seg um nógv góð ting.

Gleðiboðskapin, siðvenjur, samanhald og hugna.

Og tað, sum vit nú fara at gera – nemliga at lata Ársins rósu 2017 – er vorðin ein líka fastur partur av jólasiðvenjuni sum Jólaskipið sjálvt.

Ársins rósa umboðar jólini ómetaliga væl, haldi eg.

Tað er ein siðvenja, sum vit nú fylgja 14. árið á rað.

Og Ársins rósa verður júst latin nøkrum av teimum, sum í stórum stíli umboða gleðiboðskapin og skapa samanhald og hugna í Klaksvíkar kommunu.

Ársins rósa í ár er onki undantak.

***

Ársins rósa hevur verið trúfastur partur av býarmyndini í Klaksvík síðan 1950.

Harvið hevur ársins rósa also skapað gleði og samanhald í lokalsamfelagnum í heili 67 ár.

Ársins rósa megnar betri enn nakar annar at savna okkum øll.

Ársins rósa setir ikki einstaklingin í fokus, men er tvørturímóti savnandi í øllum sínum virksemi.

Ársins rósa ger ikki mun á ungum og gomlum, ríkum og fátækum ella nøkrum øðrum viðurskiftum.

Ársins rósa er akkurat líka góð við okkum øll somul.

Tey munnu vera fá her í lokalsamfelagnum, sum ikki hava upplivað at notið gott og fingið gleði av tí virksemi og avriki, sum Ársins rósa hevur útint.

Vit tosa ikki um nakað, sum bert er gjørt í eina tíð, nakrar mánaðir, ella nøkur ár.

Nei, vit tosa jú um heili 67 ár.

***

Trúfesti og samanhald eru orð, sum lýsa ársins rósu ómetaliga væl.

Trúfesti er ein dygd, sum sjáldan fær tann heiður, hon hevur uppiborið.

Tí tíverri verður trúfesti ofta forvekslað við sjálvfylgju.

Men trúfesti er ongin sjálvfylgja.

Nei, tvørturímóti krevur tað ein vilja og eitt áhaldni, sum er nógv vert.

Ikki minst tá ið tað verður gjørt sjálvboðið, uttan samsýning og til gleði fyri mong onnur.

Samanhald verður helst eisini undirmett í hesum selfie-tíðum.

Men júst tað økir bert um virðið á tí, sum Ársins rósa ger fyri felagsskapin.

Vit kunnu her veruliga siga, at talan er um eitt virksemi, sum hevur styrkt samleikan her í lokalsamfelagnum.

Tí tiltøkini í Klaksvíkar kommunu høvdu ikki verið tey somu uttan Ársins rósu.

Óansæð um tað er Norðoyastevna ella Norðurjól, sól ella illveður, so stillar Ársins rósa upp og setur sín dám á løtuna.

Ikki minst nú á jólum er Ársins rósa ein minst líka týdningarmikil partur av okkara jólasiðvenju, sum Jólaskipið sjálvt.

Í fáum førum eru rósur og takkarkvøður betri uppibornar enn hesar, sum vit bera fram fyri ársins rósu í kvøld.

Nógv hava kanska gitt tað nú.

Ársins rósa 2017 er....

KLAKSVÍKAR HORNORKESTUR"

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu