Nýggjastu tíðindi

10/01/2018

Norðurljós – listaligt hátíðarhald í Klaksvík


Vikuskiftið 26. – 28. januar fer spildurnýggja tiltakið Norðurljós av bakkastokki í Klaksvík. Alt vikuskiftið verður ljós varpað á list og mentan. Hæddarpunktið verður, tá Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað leygarkvøldið 27. januar.

Listavirðisløn Nólsoyar Páls er virðisløn, ið verður latin einum ella fleiri persónum, sum eru virknir og hava framt dygdargóð avrik innan list í Norðoyggjum. Hanus G. Johansen, Edward Fuglø og Eyð Matras hava áður fingið virðislønina, og í ár verður virðislønin handað leygarkvøldið 27. januar í samband við Norðurljós.

Beinta Á. Gregersen samskipar Norðurljós vegna Klaksvíkar kommunu, og hon leggur dent á, at fjølbroytni og hugflog er grundarlag fyri skránni, sum í allar mátar er forkunnug og forvitnislig.

- Yvirskipað er Norðurljós eitt tiltak, har vit heiðra og dyrka listini, men list er jú so víttfevnandi, at tað næstan bara er hugflogið, sum setur mørk fyri, hvat skráin skal innihalda, sigur Beinta.

- Tað stóra hæddarpunktið er sjálvandi, tá Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað leygarkvøldið. Handanin verður hesaferð skipað sum eitt spennandi kvøld í Atlantis, har vit gjøgnum undirhald og list fara at heiðra tann ella teir persónarnar, sum fær virðislønina í ár, sigur Beinta Gregersen.

 

Uppboðssøla, konsert og list í almenna rúminum

Norðurljós snýr seg um list og mentan í breiðasta týdningi, og fleiri av tiltøkunum á skránni eru rættiliga forvitnislig og forkunnung. Eitt nú verður uppboðssøla av málningum í Posthúskjallaranum, har nøkur av okkara allarfremstu listafólkum hava latið málningar til frama fyri nýggja mentanarhúsið í Posthúsinum. Uppboðssølan verður í Posthúskjallaranum leygardagin 27. januar, og allur vinningur av søluni fer til nýggja mentanarhúsið.

Sunnudagin 28. januar verður ein heldur øðrvísi konsert í Atlantis, har tveir høvdingar hittast á palli. Hans Andrias Jacobsen og Hallur Joensen hava á hvør sín hátt gjørt seg galdandi sum framúrskarandi tónleikarar, og á konsertini sunnudagin fara teir báðir at tulka og framføra sangir hjá hvørjum øðrum.

- Ein tann størsta styrkin við listini er, at hon kann bjóða okkum av og geva okkum nýggjar vinklar uppá ymisk viðurskifti, tí verður tað til dømis spennandi at uppliva tveir so væl kendar sangarar býta um sangir og framføra fyri hvørjum øðrum og áhoyrarunum, sigur samskiparin.

Beinta Gregersen sigur harumframt, at gjøgnum vikuna fram til Norðurljós, fer list at fylla meira í almenna rúminum enn vanligt.

- Norðurljós snýr seg stutt og greitt um at dyrka listina og geva henni pláss og virðing í býarrúminum, gerandisdegnum og samfelagnum, og tað leggja vit alla orku í at gera hesa seinastu vikuna í januar. Við at varpa ljós á fleiri ymiskar listagreinar, uppboðssølu til frama fyri mentanarhúsið og nýtslu av Posthúskjallaranum, kann Norðurljós eisini varpa ljós á týdningin av Mentanarhúsinum, sum jú í framtíðini verður ein miðdepil fyri fjølbroytta list í hjartanum av býnum, sigur Beinta Gregersen at enda.

Norðurljós verður sum nevnt í døgunum 26. – 28. januar, og nærri kunning um skránna verður tøk á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu og facebooksíðuni “Norðurljós”.

 

Nýtt í kommununi

Fundur á Skúlatrøð um útskifting av Uppsalahaga
29/06/2018

Mánadagin 16. juli 2018 kl. 17.00 bjóðar Umhvørvisstovan til fund á Skúlatrøð. Til viðgerðar verður býti av Uppsalahaga. Um viðra… Les meira »

Uppmøtingin hjá býráðslimum
29/06/2018

Her ber til at síggja yvirlit yvir uppmøtingina hjá býráðslimunum í Klaksvíkar Býráð fyrra hálvár 2018. Les meira »

Myndir: Ferðin hjá súkkluliðnum er byrjað
28/06/2018

Í fagrasta veðri fór ferðaliðið við Team Rynkeby súkklarunum í morgun longu leiðina úr Klaksvík til París. Les meira »

Vís fleiri