Tíðindi

24.09.2024
Tvær spennandi konsertir hesa vikuna

Í samband við Virkið Heyst skránna, har Klaksvíkar kommuna setir sjóneykuna á tiltøk, sum eru góð fyri sálarheilsuna, verður skipað fyri tveimum áhugaverdum konsertum.

Fyrra konsertin verður við Daniu O. Tausen í Nólsoyar-Pálshúsinum. Konsertin verður hóskvøldið 26. sep. Kl. 21.00. Atgongumerki á 150 kr. kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Seinna konsertin er ein øðrvísi konsert við systkjunum Guðrið Hansdóttir og Bjarka Hansen. Konsertin verður í Svimjihøllini í Klaksvík, leygardagin 28. sep. kl. 21.00. Atgongumerki á 150 kr kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Dania O. Tausen spælir í Nólsoyar Páls-húsinum hóskvøldið

Onnur tíðindi
26.09.2024

Kommunan enn merkt av netálopi

25.09.2024

Býráðsskráin 26. september

25.09.2024

Klaksvíkar kommuna skipar fyri vinnudegi