Tíðindi

22.01.2018
Hetta kann hjálpa móti frystu vatnrørunum

Nógvi kuldin seinastu dagarnar ávirkar framvegis vatnveitingina til fleiri sethús í kommununi, orsakað av frosti í rørum millum privatar ognir og kommunala vatnleiðaran.

Hava tit lítið ella onki vatn í húsunum kann orsøkin vera, at frostur er í vatnrørunum millum húsini og kommunala vatnleiðaran. Hetta kemur serliga fyri, um vatnrørini eru niðurgrivin ov grunt í samband við bygging, og frægasti máti at loysa trupulleikan er at tendra kranar í húsunum og geva tol, til ísurin í rørunum er tiðnaður av rennandi vatninum frá vatnleiðingini. Lýggjari veður hjálpir sjálvsagt eisini móti frostinum, og tí hjálpir veðrið eisini til í løtuni.

Heitt verður á borgarar, sum hava trupulleikar við vatnveitingini, um at hava kranarnar tendraðar, tá ið fólk eru í húsunum. Eru ivamál um vegleiðingina ella trupulleikan, ber til at venda sær til tekniska stjóran á tlf. 228788.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars