News

08.02.2018
9 milliónir til Mentanarhúsið

- Eitt fantastiska stórt fet á leiðini, sigur borgarstjórin, nú LOA-grunnurin hevur játtað níggju milliónir krónur til nýggja mentanarhúsið í Klaksvík.

LOA-grunnurin er stytting fyri "Lokale og anlægsfonden", sum er danskur grunnur við endamáli at stuðla bygging innan mentan, ítrótt og frítíð. Grunnurin leggur serligan dent á arkitektoniska og nýtsluliga dygd, tá gjørt verður av, hvørjar verkætlanir fáa stuðul. 

Grunnurin skrivar um verkætlanina í Klaksvík, at umframt at vera vakurt og fjølbroytt í mun til nýtslumøguleikar, er Mentanarhúsið eisini partur av eini størri heildarætlan fyri nýggjan miðbý í Klaksvík.

Arkitektoniskt leggur grunnurin dent á, at verkætlanin sambindir siðbundnan og modernaðan arkitektur við endurnýtslu og sambygging av Posthúsinum, sum J.P. Gregoriussen teknaði, og nýggja tilbygninginum, sum deildin hjá Ósbjørn Jacobsen undir Henning Larsen Architects hevur teknað.

Verkætlanin Posthúsið sum mentanarhús kostar umleið 45 milliónir krónur og sostatt eru tær níggju milliónirnar úr LOA-grunninum eitt stórt og týðandi fet á leiðini móti, at mentanarhúsið gerst veruleiki.

Les meira um stuðulin úr LOA-grunninum her.

Other news
11.05.2023

International Sports Day in Klaksvík

26.01.2023

Free ice skating and hot chocolate

24.01.2023

Ground-breaking Citizens Survey for Klaksvík Council

10.10.2022

Faroese as a second language in Kambsdal College