Kunning um summarfrí

Avgreiðsla í summarfrítíðini

Miðlan er opið hvønn gerandisdag kl. 10-16, men í tíðarskeiðum kunnu avgreiðslutíðirnar verða ávirkaðar av, at nógv starvsfólk í umsitingini eru í summarfrí.

Í tíðarskeiðnum 16. juli til 10. august avgreiðir umsitingin bert tey mest neyðugu og átrokandi málini.

Í juli og august er steðgur í føstu býráðsnevndunum og Býráðnum sjálvum, og fyrsti býráðsfundur eftir summarsteðgin er 30. august 2018. Mál, ið ynskjast viðgjørd í tí nevndarumfarinum, skulu vera umsitingini í hendi í seinasta lag 3. august.

 

Barnatannrøktin í summarfrítíðini

Barnatannrøktin er í summarfrí frá 27. juni til 15. august, men tríggir vaktardagar eru ásettir til bráðfeingis tannlæknahjálp í hesum tíðarskeiðnum.

Er tørvur á bráðfeingis tannlæknahjálp, meðan barnatannrøktin er í summarfrí, ber til at ringja til Miðlan og bíleggja tíð.

Tannlæknahjálp verður veitt í trimum umførum:

  • fríggjadagin 6. juli
  • fríggjadagin 20. juli
  • fríggjadagin 3. august

Neyðugt er at bíleggja tíð í seinasta lag ein dag frammanundan.

Miðlan hevur tlf. 410000 og er opið hvønn gerandisdag kl. 10-16.