Tíðindi

30.04.2024
Námsfrøðingur til vøggustovuna Lítlabjørn

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi, ella námsfrøðiligum atstøðingi til vøggustovuna Lítlabjørn á Brekku 36. Um skikkaður námsfrøðingur ella námsfrøðiligur atstøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk setast ístaðin.

Vøggustovan hevur 10 børn (0-3 ár), og her starvast 5 starvsfólk í einum starvsfólkatoymi við tveimum námsfrøðingum og 3 hjálparfólkum.


Vit vænta, at tú:
• hevur ein jaliga hugburð til dagliga arbeiði við smábørnum, har umsorgan og stimbran er í fokus.
• ert virkin og fyrikomandi við børnini, foreldrini og starvsfelagar
• ert við til at geva børnunum ein virknan gerandisdag
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• sær stórt virði í viðurkenning og inklusjón
• ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv


Vit søkja eftir:
• námsfrøðingi ella námsfrøðiligum atstøðingi til vøggustovuna Lítlubjørn á 40 tímar viku, við møguleika fyri niðursettari arbeiðstíð, at byrja 1. juli 2024 ella eftir nærri avtalu.


Setanarviðurskifti: 
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Fríðunn Jacobsen, leiðara, á telefon 554119
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan áðrenn starvsfólk verður sett í starv.


Umsóknin saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 20. mai 2024.


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingur til Lítlabjørn

Onnur tíðindi
17.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna

16.05.2024

Endur­nýtslan tekur fyribils ikki ímóti lutum til Dugna

15.05.2024

Broyting í ferðaætlan­ini hjá leið 2

15.05.2024

Soleiðis rakar verkfallið