Tíðindi

06.05.2024
Stangavegurin einsrættaður nakrar vikur fram

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at nútímansgera Stangavegin. Arbeitt hevur verið við gerð av høgum bakgarði omanfyri Borg, Kjølbro Heilsølu og Samsons miðju. Nú er arbeiðið komið somikið væl áleiðis, at sjálv vegbreytin og gongubreytin skulu gerast lidnar.

Arbeiðið, sum nú fer í gongd, er víðfevnandi, tí nógv ferðsla er eftir Stangavegnum, og tí er ikki ráðiligt at stongja vegin heilt, meðan arbeiðið verður framt. Vegurin skal regulerast (leggjast í hædd), vegristir staðsetast, tekniskar leiðingar og kantar skulu leggjast, og so skulu vegbreytin og gongubreytin asfalterast. Mett verður at arbeiðið tekur nakrar vikur.

Meðan arbeiðið verður framt, verður ferðslan skipað einvegis suðureftir, í ovaru síðu á vegnum. Ferðslan norður eftir verður beind til Heygaveg/Garðaveg ella Kráargøtu/Kjalarveg, neyðug skelti verða sett upp.

Ætlanin er, at arbeiðið byrjar í hesari vikuni, og arbeitt verður út í eitt, til arbeiðið er  liðugt. Møguleiki verður alla tíðina hjá bilum at koma til Borg/Heilsøluna norðanífrá.

DAGFØRING 8.mai:

Í samband við vegarbeiðið á Stangavegnum, hevur tekniska deild, saman við ferðslunevndini, tikið avgerð um, at Kráargøta og Kjalarvegur verða einsrættaðir norðeftir, og at Heygavegur og Garðavegur verða einsrættaðir suðureftir.

- Arbeiðið við Stangavegin er eitt týðandi arbeiði, har vit gera munandi ábøtur á eitt vegastrekki við sera nógvari ferðslu. Hóast hendan avgerð kemur at ávirka borgarar, so meta vit, at hetta er besta loysnin fyri ferðsluna í økinum, sigur Oddmar á Lakjuni, formaður í ferðslunevndini.

 

Onnur tíðindi
17.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna

16.05.2024

Endur­nýtslan tekur fyribils ikki ímóti lutum til Dugna

15.05.2024

Broyting í ferðaætlan­ini hjá leið 2

15.05.2024

Soleiðis rakar verkfallið