Microsoft Authenticator (tak niður)
Tak niður Microsoft Authenticatior appina. Tá ið tú hevur downloada Microsoft Autenticator, far inn á www.portal.office.com, og fylg vegleiðingini har. Micosoft Authenticator vegleiðing
Vegleiðing til at broyta loyniorð
Leinkja til TeamViewer
Send fráboðan til KT support.
Áheitan til øll starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu
Øll starvsfólk skulu, tá tey fáa telduna aftur, skifta loyniorð beinanvegin. Loyniorðið skal vera sterkt. Tvs. at tað skal vera minst 14 stavir og innihalda tøl og tekn. Nýt ikki sama loyniorð í arbeiðshøpi sum privat.
Um tú hevur goymt tilfar á einum geyma, so skal hetta undir ongum umstøðum inn á nýggju telduna. ALLIR geymar o.l., sum eru nýttir seinasta hálva árið, skulu latast inn til KT deildina.
Nýt ikki telduna til privata nýtslu.
Góð ráð um KT-trygd
- Trýst ikki á beinleiðis leinki um telduposturin, sendarin ella boðskapurin er illgrunasamur.
- Kanna leinkini, áðrenn tú trýstir á tey. Halt músini yvir hvørt einstakt leinki fyri at kanna, um adressan sær illgrunasom út.
- Set teg í samband við sendaran. Ivast tú, um ein teldupostur er veruligur, kanst tú seta teg í samband við sendaran umvegis telefon ella á annan hátt.
- Lat ikki persónligar upplýsingar. Svara ikki teldupostum, sum biðja um gjaldkortsupplýsingar, loyniorð ella líknandi.
- Vel sterk loyniorð. Loyniorð skulu vera løtt at minnast og ring at gita. Ikki brúka sama loyniorð til fleiri tænastur.