Íverksetan

Íverksetarahúsið

Endamálið við íverksetarahúsinum er at styrkja íverksetarar við íverksetaraskeiðum á høgum fakligum og inspirerandi støði, og at bjóða íverksetarum við lovandi virkisætlanum at byrja sínar fyritøkur í leigaðum hølum í tí nýskapandi umhvørvinum í Íverksetarahúsinum.

Harafturat er Íverksetarahúsið eisini karmur um Fjarnámsdepilin, sum kommunan hevur sett á stovn fyri at skapa karmar og umstøður til lesandi til frama fyri lestrarumhvørvið í Klaksvík. 

Les meira á heimasíðuni hjá Íverksetarahúsinum.