Fundarskipan
FUNDARSKIPAN FYRI KLAKSVÍKAR BÝRÁÐ
23-10-2014
FUNDIR BÝRÁÐSINS
§ 1
1. petti
Fundir býráðsins eru almennir. Býráðið kann tó gera av, at ávís mál verða viðgjørd fyri afturlatnum
hurðum.
2. petti
Uttan so at býráðið í serstøkum føri tekur aðra avgerð, skulu niðanfyri tilskilaðu mál verða viðgjørd fyri
afturlatnum hurðum:
- Mál, har mett skal verða um persónlig viðurskifti.
- 2. Mál um keyp og sølu av føstum ognum og veðseting.
- 3. Kostnaðarætlanir og tilboð viðvíkjandi byggiarbeiðum og tilfarsveitingum.
3. petti
Mál verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, um borgarstjórin ger tað av, ella um 1/3 av
býráðslimunum krevur tað.
4. petti
Mál, ið skulu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, verða avgreidd seinast á fundinum.
§ 2
Øll hava atgongd til almennu fundir býráðsins. Órógvar áhoyrari, ella sýnir hann ikki sømiligan atburð,
kann borgarstjórin vísa honum ella um neyðugt øllum áhoyrarum út úr býráðssalinum. Borgarstjórin
kann bíleggja sessir til umboð fyri fjølmiðlunum.
§ 3
Býráðslimir hava skyldu at møta á býráðsfundum. Ber ikki til hjá býráðslimi at koma á fund, boðar hann
borgarstjóranum frá, áðrenn fundurin byrjar. Á hvørjum fundi verður skrivað í gerðabókina, hvørjir
limir ikki vóru til staðar, og nær limir koma.
Noyðist býráðslimur at fara av fundi, skal hann boða borgarstjóranum frá, og verður ført í gerðabókina,
nær limur fer.
FUNDARSKRÁ
§ 4
1. petti
Borgarstjórin skipar fyri, at fundarskrá verður send hvørjum býráðslimi í seinasta lagi 4 dagar
frammanundan, at vanligur fundur skal verða.
2. petti
Um limur í seinasta lagi 8 dagar framman undan vanligum fundi skrivliga hevur biðið um viðgerð av
einum máli, setir borgarstjórin hetta mál á skránna.
§ 5
1. petti
Tá eitt mál er sett á fundarskránna til ein vanligan fund, skal hetta lýsast í stuttum, styðjað við tilmæli.
Neyðugt tilfar, sum greiðir nærri frá málinum, skal vera viðheft sum undirskjøl til tilmælið og verða
tøkt - samstundis sum tilmælið - hjá býráðslimunum til gjøgnumlesnað minst 4 gerandisdagar framman
undan fundinum. Eitt yvirlit yvir málini skal samstundis vera tøkt. Tað kann gerast neyðugt at dagføra
fundarskránna eftir fíggjarnevndarfund.
2. petti
Trúnaðartilfar, sum sent er limum saman við fundarskrá ella flýggjað út á fundi, skal latast inn aftur eftir
nýtslu.
Ikki er loyvt at taka ljóstøk av trúnaðartilfari, sum er til taks sum partur av máli ella í øðrum sambandi.
3. petti
Samstundis, sum boðað verður til eykabýráðsfundir, letur borgarstjórin í so stóran mun sum gjørligt
býráðslimirnar vita, hvørji mál skulu viðgerast á fundinum.
VIÐTØKUFØRI
§ 6
1. petti
Býráðið er viðtøkuført, tá ið í minsta lagi helvtin av býráðslimunum eru á fundi.
FUNDARLEIÐSLA
§ 7
1. petti
Borgarstjórin, og um honum berst frá, varaborgarstjórin leiðir býráðsfundirnar og ansar eftir, at teir fara
sømiliga fram. Hann ger av, hvussu teir spurningar, atkvøtt verður um, skulu verða orðaðir.
2. petti
Borgarstjórin spyr, áðrenn orðaskiftið byrjar, um býráðslimur biður um orðið og gevur annars
býráðslimunum orðið í teirri raðfylgju, teir hava biðið um. Um fleiri biðja um orðið í senn, avger
borgarstjórin raðfylgjuna.
3. petti
Býráðslimur skal, tá til ber, reisa seg, meðan hann talar og venda røðu sína til borgarstjóran. Verður
býráðslimur nevndur í røðu, skal hann altíð nevnast við fornavni og eftirnavni. Býráðslimur skal ikki
verða órógvaður í talu síni, tó kann borgarstjórin taka orðið frá honum.
4. petti
Endurgeving kann bara verða nýtt avmarkað og við borgarstjórans loyvi. Tilskilast skal, hvaðan endurgevingin
er, og hvar hon stendur.
5. petti
Til framløgu og umrøðu av málum eru tær talutíðir galdandi, sum standa í 7. petti.
6. petti
Borgarstjórin leggur málið fram. Tó kann hann í serligum førum velja at heita á avvarðandi
nevndarformann um at leggja málið fram.
7. petti
Undir orðaskiftinum fær býráðslimur orðið tríggjar ferðir í einum máli; talutíðin er tá í mesta lagi 3 minuttir hvørja ferð. Borgarstjórin kann í stórum, týdningarmiklum málum - t.d. undir viðgerð av
fíggjarætlan - loyva hvørjum býráðslimi longri talutíð.
8. petti
Hvør býráðslimur eigur at lýða avgerðir borgarstjórans, tá ið tað snýr seg um at halda neyðugt
fundarskil. Er ein býráðslimur 2 ferðir á sama fundi biðin um at fara siðiliga fram, kann býráðið eftir
uppskoti frá borgarstjóranum nokta honum at fáa orðið aftur á fundinum.
9. petti
Um so er, at býráðslimur ikki ger eftir boðum borgarstjórans, tá ið hann hevur tikið orðið frá honum,
ella óskil kemur í, hevur borgarstjórin skyldu at leggja niður fundin, ella um neyðugt, slíta fundin.
10. petti
Øll uppskot, sum koma fram undir orðaskiftinum, verða stílað til borgarstjóran.
11. petti
Borgarstjórin kann lata býráðið avgera mál, ið hann sjálvur hevur rætt at taka endaliga støðu til.
FRAMLØGA AV MÁLUM
§ 8
1. petti
Borgarstjórin ger av, í hvørji raðfylgju málini koma til viðgerðar, og hann kann víkja frá raðfylgjuni á
fundarskránni. Kortini ger býráðið av, í hvørji raðfylgju málini skulu verða viðgjørd, tá ið minst 3
býráðslimir krevja atkvøðugreiðslu hesum viðvíkjandi.
2. petti
Tá ið fundur byrjar, kann býráðslimur biðja um orðið um fundarskránna og seta fram uppskot, um mál á
fundarskránni skulu viðgerast á almennum fundi ella fyri læstum hurðum.
§ 9
1. petti
Eitt mál verður bert viðgjørt eina ferð, uttan so at annað er ásett í lóggávuni, ella býráðið samtykkir, at
málið skal verða viðgjørt 2 ferðir. Ársfíggjarætlan kommununnar, eykajáttan, broyting í kommunustýrisskipanini
og broyting í fundarskipanini skal tó verða viðgjørd á 2 fundum.
2. petti
Um mál fær tvær viðgerðir, verður við 1. viðgerð bert atkvøtt, um málið skal fara til 2. viðgerð.
Býráðslimur hevur rætt til at siga sína hugsan um eitt mál, áðrenn býráðið tekur avgerð um, at tað skal
fara til 2. viðgerð. Millum 1. og 2. viðgerð skulu ganga í minsta lagi 24 tímar.
Millum 1. og 2. viðgerð av ársfíggjarætlanini, eykajáttan, broyting í kommunustýrisskipanini og broyting
í fundarskipanini skulu tó ganga í minsta lagi 14 dagar.
3. petti
Tá ið eitt mál verður viðgjørt tvær ferðir, skulu skjølini, ið hoyra til málið - aftaná 1. viðgerð - um tað er
møguligt, verða løgd til eftirlit fyri limirnar.
NEVNDARVIÐGERÐ
§ 10
1. petti
Heldur býráðið, at eitt mál eigur at verða kannað av serstakari nevnd, áðrenn býráðið tekur endaliga
avgerð, verður slík nevnd vald við so mongum limum, sum býráðið heldur hóska í hvørjum einstøkum
føri.
2. petti
Nevndin, ið sjálv skipar seg við formanni, skal handa borgarstjóranum skrivað álit, og ger hesin býráðslimirnar
kunnugar við álitið samsvarandi reglunum í § 4.
3. petti
Býráðið kann gera av at senda eitt mál, ið ikki hoyrir undir málsøkið hjá ávísari nevnd, til viðgerðar í
eini av teim føstu nevndunum.
GEGNI
§ 11
1. petti
Um viðurskiftini eru so, at ivi kann vera um gegnið (habilitetin) hjá einum býráðslimi, skal hann siga
býráðnum frá hesum. Eisini kann ein býráðslimur reisa spurningin um gegnið hjá øðrum býráðslimi.
2. petti
Býráðið ger av við atkvøðugreiðslu, um eitt mál er slíkt áhugamál hjá einum býráðslimi, at hann ikki
eigur at taka lut í málsviðgerðini. Um so er, at býráðið ger av, at býráðslimur er ógegnigur, skal limur
fara av fundinum, meðan málið verður viðgjørt og avgreitt. Býráðslimur kann tó vera við at viðgera
egna gegnið.
3. petti
Er líkt til, at býráðið tekur avgerð um, at býráðslimur er ógegnigur, kunnu limir, ið eru valdir á
viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimurin fær fundarboð.
4. petti
Hevur tiltakslimur ikki fingið fundarboð í tí føri, býráðið ger av, at býráðslimur er ógegnigur, kann
málið verða flutt til næsta fund, uttan so at 2/3 av teimum møttu býráðslimunum eru ímóti, ella um
málið ikki tolir at bíða.
ATKVØÐUGREISLA
Broytingar- og eykabroytingaruppskot
§ 12
Býráðslimir kunnu bert taka lut í atkvøðugreiðslum býráðsins, um teir persónliga eru til staðar, meðan
hesar fara fram.
§ 13
1. petti
Atkvøðugreiðsla fer fram á tann hátt, at býráðslimirnir reisa seg úr sæti, tá til ber. Er atkvøðugreiðslan
eftir borgarstjórans tykki ógreið, letur hann býráðslimir atkvøða av nýggjum. Borgarstjórin ella í minsta lagi 3 býráðslimir kunnu undan atkvøðugreiðsluni krevja, at atkvøtt verður við navnakalli.
2. petti
Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeirluta, um ikki annað er fyriskipað í lóggávuni. Eitt
uppskot er samtykt, tá meirilutin av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøður fyri. Standa atkvøðurnar á
jøvnum, er uppskotið felt
3. petti
Heldur borgarstjórin, at allir býráðslimir eru samdir, kann hann gera býráðnum kunnugt, at málið er
samtykt uttan atkvøðugreiðslu. Mælir býráðslimur tá í somu løtu ímóti, verður tó vanlig atkvøðugreiðsla.
4. petti
Skrivlig atkvøðugreiðsla fer fram við seðlum.
5. petti
Býráðslimur kann ikki sleppa sær undan ábyrgd við ikki at greiða atkvøðu.
6. petti
Avgerð, sum býráðið hevur tikið, kann ikki á sama fundi verða broytt, uttan so at allir býráðslimir, ið
vóru á fundi, tá avgerðin varð tikin, eru samdir um hetta.
§ 14
1. petti
Broytingar og broytingar til broytingaruppskot kunnu verða framløgd, um atkvøðugreiðsla ikki er
byrjað. Ikki er neyðugt at seta fram ella taka fyrivarni viðvíkjandi slíkum uppskotum undir 1. viðgerð av
einum máli, sum skal verða viðgjørt 2 ferðir, sbr. tó 5. petti.
2. petti
Borgarstjórin setir fyrst undir atkvøðugreiðslu broytingaruppskotini til upprunauppskotið hvørt eftir
annað. At enda verður atkvøtt um upprunauppskotið við teim samtyktu broytingunum. Fellur tað, eru
eisini broytingaruppskotini fallin burtur. Borgarstjórin ræður fyri, hvussu atkvøtt verður.
3. petti
Í málum, sum skulu verða viðgjørd 2 ferðir, kann býráðið gera av at seta eina tíðarfreist fyri broytingaruppskotum
og eftir umstøðunum eisini eykabroytingaruppskotum. Um so er, kunnu slík ikki verða
sett fram, aftan á at freistin er farin, uttan so at býráðið við atkvøðumeiriluta gevur sítt samtykki hesum
viðvíkjandi.
4. petti
Um býráðslimir ikki eru kunnaðir um broytingar- og eykabroytingaruppskot, áðrenn tey koma til 2.
viðgerð, greiðir borgarstjórin frá uppskotinum beinanvegin, orðaskiftið byrjar, sí 14,1.
5. petti
Áðrenn atkvøðugreiðsla í einum máli er byrjað, kunnu uppskot um val av nevnd og um at senda eitt mál
til eina fyrr valda nevnd ella til víðari viðgerð í eini nevnd verða framløgd. Verður slíkt uppskot lagt
fram, aftaná at orðaskiftið í málinum er byrjað, verður tað slitið, og ger býráðið av, um málið skal fara
til nevndarviðgerð.
MEIRILUTAVAL
§ 15
1. petti
Tá ið býráðið skal velja 1 umboð ella 1 lim í nevndir, stjórnir ella tílíkt, fer slíkt val fram eftir meiriluta-valháttinum.
2. petti
Við meirilutavali verður sipað til ein valhátt, har tað valevni, ið fær meir enn helmingin av atkvøðunum,
er valt. Fæst tílíkur meiriluti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt umaftur. Fær heldur eingin
meiriluta hesa ferð, verður bundið val ímillum tvey teirra, ið fingu flestar atkvøður. Stendur á jøvnum
hjá fleiri enn tveimum valevnum, verður lutakast um, hvørji tey tvey skulu verða, sum endalig atkvøðugreiðsla
tá verður um. Fær hvørgin teirra meiriluta hesa ferð, verður lutakast, sum borgarstjórin skipar
fyri. Er borgarstjóri ikki valdur, skipar fyrst valdi limurin fyri hesum lutakasti.
LUTFALSVAL
§ 16
1. petti
Tá ið býráðið skal velja 2 ella fleiri limir í nevndir, stjórnir ella tílíkt, fer slíkt val fram eftir lutfalsvalháttinum.
2. petti
Við lutfalsvali verður sipað til ein valhátt, har býráðslimir frammanundan boða borgarstjóranum frá, at
teir ganga saman í valbólk, og at teir vilja atkvøða saman.
3. petti
Limatalið í hvørjum bólki sær verður skift sundur við 1, 2, 3, o.s.fr. Býtingartalið, sum tá kemur fram,
ásetir ta raðfylgju, ið hvør bólkur kann velja sítt umboð.
4. petti
Eru tvey ella fleiri býtingartøl líka stór, verður raðfylgjan funnin við lutakasti, sum borgarstjórin skipar
fyri.
5. petti
Tá ið avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir sum skjótast at boða borgarstjóranum
frá, hvør umboðar hvønn bólkin.
6. petti
Sigur ein bólkur frá sær rættin at seta eitt ella fleiri umboð, verða teir leysu sessirnir býttir ímillum hinar
bólkarnar eftir pettunum 1-3.
STARVSSETAN
§ 17
Tá ið býráðið setir persón í kommunalt starv, og fleiri umsøkjarar eru at velja millum, fer val millum
umsøkjarar fram eftir reglunum í § 15.
GERÐABÓKIN (O.A.)
§ 18
1. petti
Avgerðir býráðsins verða á fundinum skrivaðar í gerðabókina av kommunustjóranum ella fundarskrivaranum. Borgarstjórin sigur, hvat skrivast skal.
2. petti
Býráðslimur kann krevja sína serstøðu í stuttum skrivaða í gerðabókina. Snýr tað seg um mál, ið skulu
sendast til annan myndugleika, kann hann eisini krevja, at myndugleikin verður kunnaður um, hvat
skrivað er í gerðabókina. Ynskir avvarðandi býráðslimur við málinum at senda skriv, sum gjøllari lýsir
hansara støðu, eigur hann at siga hetta við borgarstjóran, sum so setir eina tíðarfreist fyri, nær skrivið
skal avhendast.
3. petti
Í gerðabókini verður nágreiniliga endurgivið, hvussu atkvøðugreiðslan í hvørjum máli sær fór fram, og
hvørjir limir ið atkvøddu fyri ella ímóti ella ikki greiddu atkvøðu.
4. petti
Tá ið ein fundur er lokin, verður gerðabókin lisin upp og undirskrivað av býráðslimunum, sum hava
verið á fundinum. Býráðslimirnir kunnu ikki, við at vísa til atkvøðugreiðslu sína ella av øðrum orsøkum,
bera seg undan at skriva undir gerðabókina.
VIÐVÍKJANDI FATAN AV HESI FUNDARSKIPAN
§ 19
Býráðslimirnir hava skyldu til fyribils at halda seg til avgerð borgarstjórans viðvíkjandi spurningum um,
hvussu tað, ið ásett er í hesi fundarskipan, skal skiljast. Málið kann tó leggjast fyri býráðið á næsta
fundi.
BROYTINGAR Í FUNDARSKIPANINI
§ 20
Henda fundarskipan kemur í gildi 20. nov. 2001.
Broytingar og uppískoyti til fundarskipanina skulu verða viðgjørd á tveimum regluligum býráðsfundum.
Broyting viðgjørd og góðkend á býráðsfundum 11. september og 23. oktober 2014.
Jógvan Skorheim
Borgarstjóri