Eldri
1. januar 2015 varð eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita, og í Norðoyggjum er økið skipað í kommunala samstarvið Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Les meira um tænastur og tilboð á eldraøkinum á heimasíðuni www.nbh.fo.
Val til Eldraráðið í norðoyggjum
12. november 2024 skal nýtt Eldraráð veljast fyri Norðoyggjar. Endamálið hjá eldraráðnum er at betra og styrkja sambandið millum eldri borgarar og Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH). Fyri at stilla upp skulu tey, sum stilla upp til Eldraráðið, vera 60 ár ella eldri sjálvan valdagin. Atkvøtt verður millum persónarnar, sum skrivliga hava boðað kommununi frá, at teir stilla upp.
Valskeiðið gongur frá 1. jan. 2025 til 31. des. 2028. Kundi tú hugsa tær at stilla upp, skalt tú fylla út eina valevnisfráboðan. Hetta skjal fæst á skrivstovunum hjá kommununum í Norðoyggjum ella á heimasíðuni hjá NBH, www.nbh.fo/oydubloed/
Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá minst tveimum stillarum fylgja við, sum eisini lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Eingin kann vera stillari fyri meira enn eitt valevni. Fráboðanin skal latast einari av skrivstovunum í kommununum.
Valevnisfráboðanir mugu vera einari av kommununum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. okt. 2024. Hetta skjal fæst á skrivstovunum hjá kommununum í Norðoyggjum ella á leinkjuni her. Valevnisfráboðan og stillaralisti til eldraráðsvalið 2024
Persónar á innkomnu valevnisfráboðunum verða førdir á eitt samlað yvirlit, ið verður almannakunngjørt. Eldraráðið verður samansett eftir sama leisti, sum stýrið fyri NBH. Valið fer fram sama dag kommunuvalið.
Tí skulu veljast hesir limir:
Klaksvíkar kommuna fær 7 limir
Hvannasunds kommuna fær 1 lim
Viðareiðis kommuna fær 1 lim
Kunoyar kommuna fær 1 lim
Fugloyar kommuna fær 1 lim
Eldraráðið skipar seg sjálvt. Tey næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum.